Útgávukonsert í Klæmintsgjógv

Sunnudagin verður forkunnug útgávukonsert fyri fløguni »Cesurae« í Klæmintsgjógv undir Hestoy.

Sunnudagin verður forkunnug útgávukonsert fyri fløguni »Cesurae« í Klæmintsgjógv undir Hestoy.

 

Siglt verður út til Hest við Norðlýsinum, sum fer úr Vágsbotni klokkan 13.

 

Dávur Juul Magnussen, sum er trombonleikari, er stigtakari til hesa upptøku. Hann hevur sjálvur spælt nógvar konsertir úti í Klæmintsgjógv og heldur, at hetta er heimsins besta konserthøll.

 

Tónleikurin á fløguni spennur víða. Frá klassiskum tónleiki til fría improvisatión. Men, allur tónleikurin spælir væl saman við serstøku ljóðviðurskiftunum, sum eru í Klæmintsgjógv.

 

Henda stóra holan gevur sera stórt og flott afturljóð, umframt nógv náttúruljóð, ið blíva til ein aktivan lutakara í tónleikinum. »Ein er aldrin ensamallur í Klæmintsgjógv. Klæmint spælur altíð við.«

 

Tað er Tutl, sum gevur út Fløguna.

 

Lutakarar á fløguni eru:

Dávur Juul Magnussen: Trombon Tróndur Olsen: Trompet Ólavur Olsen: Trompet Katrin Jørgensen: Trompet

Vidar Dahl: Trompet Jan Rúni Poulsen: Trummur

Framleiðari: Dávur Juul Magnussen Upptøka og Ljóðbland: Jónas Bloch

 

Dávur Juul Magnussen sigur, at hetta er bara tað fyrsta hugskotið, hann hevur viðvíkjandi Klæmintsgjógv, sum er vorðið til veruleika. Hann og onnur við honum hava fleiri onnur hugskot.

 

– Klæmintsgjógv er longu heimsins besta konserthøll. Hon skal eisini gerast ein av heimsins kendastu konserthøllum, sigur Dávur Juul Magnussen, uttan tó at útgreina ítøkiliga, hvussu tað skal gerast.