Ætlar tú tær at ein túr gjøgnum Eysturoyartunnilin í dag?
- Ja, vit fara ein túr í dag. Stórur partur av familjuni er í Havn.
Tað sigur Høgni Waag Høgnesen, sum býr á Toftum.
Hvat heldur tú um hesa útbygging av vegakervinum?
- Hetta er fantastiskt - ikki minst fyri umhvørvið. Flutningurin av bingjum og stórur flutningur sum heild vinnur nógva tíð. Soleiðis kunnu eisini fleiri túrar gerast. Bussarnir sleppa eisini í stóran mun undan longu túrunum.
Kann tað hugsast, at tú fert at brúka Eysturoyartunnilin sum farleið?
- Ja, tað fari eg so heilt sikkurt, bæði til arbeiðis og privat. Eysturoyartunnilin verður farleiðin, sigur Høgni W. Høgnesen.