Kappingarførir í prísi og tænastu

- Tað er neyðugt at fylgja við, hvat gongur fyri seg rundan um okkum. Vit kenna allar landingarhavnirnar her um okkara leiðir, og vit vita, at okkara tænasta er góð og kappingarfør, sigur Kristian Fríðrik Olsen, stjóri á LMF Landingarmistøð Føroya er á básinum hjá Nes kommunu, sum partur av virkseminum á havnalagnum á Toftum. Felagið hevur eisini støð í Klaksvík og eigur ein fjórðing av landingarmiðstøðini á Tvøroyri.

Kristian Fríðrik Olsen er stjóri á LMF, og í morgun var hann ein túr inni á básinum hjá Sosialinum, sum er við á NAFF.

- Tað er neyðugt at fylgja við, hvat gongur fyri seg rundan um okkum. Vit kenna allar landingarhavnirnar her um okkara leiðir, og vit vita, at okkara tænasta er góð og kappingarfør. Hinvegin vita vit, at vit sleppa ikki at ?sova?, men mugu fylgja við og rationalisera, um okkurt er, vit kunnu gera betur - ella øðrvísi.

Kristian Fríðrik vísir á, at Landingarmiðstøð Føroya hevur 110-120 fólk í arbeiði á Toftum og í Klaksvík. Hesi taka sær av landing, skiljing og skrivstovu-og tænastuvirksemi. Hetta svarar til út við 80 ársverk.

Hann sigur, at eitt av málunum hjá LMF á North Atlantic Fish Fair er at hava eygu og oyru opin fyri nýggjum møguleikum og avbjóðingum, so virksemið kann útbyggjast og mennast.

- Tað er tungt arbeiði at landa, og tí skulu teir, sum fáast við hetta, helst eisini tjena eitt sindur.

Kristian Fríðrik sigur, at ein møguleiki hjá LMF at økja um virksemi kundi verið at pakkað fisk fyri viðskiftafólk.

- Gjøgnumskygni í okkara virksemi er stórt, og tí vita allir, hvat vit taka fyri okkara tænstur. Okkara virksemi er tí rættiliga útsett, sum hann tekur til.

Landingarstjórin sigur, at eitt, sum ikki minst er áhugavert við slíkum fiskivinnustevnum, er at møta fólki og hava stundir til prát.

- Í slíkum føri kunnu vit samsifta um, hvat møguliga kundi verið øðrvísi, um møguleikar eru fyri rationalisering, so tænastan kann gerast uppaftur betri og bíligari, sigur Kristian Fríðrik Olsen.