og heldur ikki er tað nakað nýtt, at andstøðan fer uppá bakbeinini um almenn gjøld ávirka hesa gongd, meðan hon als ikki gevur sær far um tað, tá ið millumhandlarar strúka vinningin. Tá ið agentarnir strúka [...] at hóma? Ikki tað vit vanligu borg-arar síggja nakað til. Stórar og væl skrivaðar yrkingar byggja ikki nakað land í sær sjálvum kann eg siga tingliminum. Nei brót upp um armar og far til arbeiðis og lat [...] altíð at geva øðrum (dønum) skyldina! Heilsuskattalætti ! Hann pástendur eisini, at lítið verður sagt um, at samgongan hevur givið skattalætta! Kann verða; men borgarin merkir ikki so nógv til hendan lættan
spenningin í kappingini vildi tann støðan í øllum førum verið ynskilig. Í øllum førum, um talan er um spenningin um silvur- og bronsumerkini. Hoyvíkingar munnu hinvegin gleða seg til, at teir skjótt fáa [...] framum, og tá teir alt fyri eitt øktu um leiðsluna eftir steðgin, so var ikki stórt hjá gestunum at gera. Heldur ikki hóast teir seint í dystinum fingu pyntað nakað um úrslitið. Tættur silvurdystur Við sigrinum [...] tað verið ov langt ímillum hesar. Men talan er í stóran mun um ungt fólk, og kunnu hesir búnast sum leikarar, so skal talan kanska ikki vera um so øgiliga nógvan styrk, áðrenn liðið av álvara kann fara at
ávegis. Enn er talan kanska í ov lítlan mun um veruligar profilar á liðnum, tá sæð verður burtur frá Halgiri Dahl Olesen, men hinvegin er talan í flestu førum um ungar leikarar, sum búnast ár eftir ár, og [...] Kyndil eisini í endaspælinum fer at standa seg eins væl, sum teir hava gjørt tað higartil. Ein ábending um hetta kemur kanska nóg so skjótt í endaspælinum. Eftir drúgva steðgin, sum nú verður í landskappingini [...] einum sonnum braki, tá Kyndil fer á vitjan í Vestmanna. Hoyvíkingar hava kanska ikki eins nógv at hugsa um í so máta. Teir hava alla tíðina sagt, at málið fyrst og fremst er at byggja sær eitt nýtt lið upp
gjørdi hann aftur eitt stórt mistak. Eftir at hava keglast við Kuwait um oljurættindi og landaøki gjørdi Saddam Hussein av at leypa á tað lítla grannalandið og at innlima tað í Irak. Altjóða samfelagið
stendur seg væl í veljarakanningum. So er spurningurin um hetta talið er tekin um, at hann í roynd og veru stendur til vøkstur ella um flokkurin hesiferð fær rættari tøl í eini veljarakaning. Javnnaðarflokkurin [...] kanningum, so ber ikki til at tosa um framgongd og afturgongd, tá boyringarnar eru so smáar. Fólkaflokkurin stendur í stað við sínum umleið 20 prosentum. Ofta verður sagt um Fólkaflokkin, at hann ikki stendur [...] lítla framgongd og sjálvstýrisflokkurin stendur at verja borg. Javnt millum gomlu samgongu og andstøðu Í prosentum eru Føroyar enn kvettar tvørtur um millum gomlu samgonguna og gomlu andstøðuna. Í prosentum
frágreiðing um, hví Smyril er seinkaður og tað hevði heldur ikki minkað um umdømið, um tey høvdu boðað frá í hátalarunum, at Strandferðslan bjóðaði kaffi og okkurt afturvið, fyri at lætta um bíðitíðina [...] Men tað, sum ferðafólk eru ógvuliga ónøgd um, er, at tey ongantíð fingu nakað at vita um, hví Smyril var seinkaður. Tey fingu eisini alt ov lítið at vita um, nær tað var væntandi, at hann fór at sigla [...] vent sær til Sosialin. Summi royndu at fara oman á bryggjuna av og á at kimast, um Smyril yvirhøvur lá við bryggju enn, ella um hann var farin. Fleiri av teimum, sum vóru í bili, høvdu eisini børn við og hetta
Tá "fótbóltur" verður nevndur her, so tosa vit ikki um tann vælumtókta føroyska fótbóltin, sum HB og Jákup á Borg og teir spæla. Vit tosa sjálvandi um amerikanskan fótbólt ella "American football," sum [...] Tá eg fyri fyrstu ferð steig um tungu gáttuna til Harvard, hevði eg næstan eina Hollywood-líknandi mynd av Harvard og Yale í høvdinum. Tað mesta ítøkiliga, sum eg visti um lærustovnarnar, hevði eg frá [...] frá filmsheiminum. So tað varð ikki ein serliga vælgrundað avgerð, eg tók um at fara til Harvard. Eg hevði ikki kannað eftir, um teir vælsignaðu Hollywood-filmarnir góvu eina nøkulunda rætta mynd av staðnum
skamt norðan fyri Masada. Har frættu teir um hetta fjallið, har ein gomul borg skuldi liggja, og fóru at vita, hvussu vorðið var. Tað teir sóu, sannførdi teir um, at hetta var borgin Masada, sum Josephus [...] staðnum Masada, har ein tann mest undrunarverda søgan um partisankríggj í heimssøguni yvirhøvur fór fram. Nógv hevur verið at lisið og hoyrt um hetta staðið, og nógvar eru søgurnar, helst eisini røva [...] Tað hevur valdað eitt sindur av iva um, hvør var tann fyrsti, sum bygdi Masada. At Heródes Mikli festi borgina til tað, vit í dag kenna til staðið, er eingin ivi um. Men undan honum var bygt á staðnum
liggur á, nú talan er um eitt meistarafelag. - Tá talan er um eitt felag, sum vinnur meistaraheitið somikið ofta, sum HB hevur gjørt tað, so boðar tað frá einum liði, sum dámar at leypa á, og eg ætli mær so [...] til nøkur ár í Viborg, áðrenn hann í 2001 tók av einum tilboði um at koma til FCK. Her stríddist hann við Toda Jónsson og Sibusiso Zuma um tey bæði plássini í álopinum, og tó at Heine fyri tað nógva mátti [...] fyri um framtíð hansara. - Eg havi leingi gingið við einum lítlum venjara í búkinum, og hetta er so ein góður møguleiki at royna meg sjálvan í so máta, segði hann við danskar miðlar, tá tíðindini um nýggja
Spælararnir hittast einar tvær ferðir um vikuna, og harafturat verður í fleiri feløgum skipað fyri styrkisvenjingum. Ætlanin hjá okkum í NSÍ er at fara undir venjingarnar um miðjan januar, og frá fleiri øðrum [...] LANDSLIÐIÐ Í gjár var styttsti dagur, og hesar seinastu dagarnar hevur tað kenst sum um, at vetrarveðrið rættuliga ætlar sær at fáa fastatøkur á okkum. Myrkrið, kuldin, kavin og vindurin tykjast kortini [...] venjarum hava eg fingið at vita, at teir hava somu ætlanir, sigur Jógvan Martin Olsen, sum hevur ætlanir um venjingar í tveimum vikuskiftum, áðrenn landsliðið skal av landinum. Fyrra venjingin verður leygardagin