Símun aftur í landsliðshitanum

Allir teir, sum í dag fáa boð frá FSF um at møta til venjingar seinnapartin av januar, hava við einum undantaki spælt á landsliðnum áður

LANDSLIÐIÐ

Í gjár var styttsti dagur, og hesar seinastu dagarnar hevur tað kenst sum um, at vetrarveðrið rættuliga ætlar sær at fáa fastatøkur á okkum. Myrkrið, kuldin, kavin og vindurin tykjast kortini ikki at leggja fótonglar fyri fyrstu fyrireikingarnar til nýggja fótbóltsárið.
Landsliðið skal á venjingarlegu í Spania mitt í februar. Tríggir altjóða skrásettir landsdystir eru á skránni. Týsdagin 17. februar skal lansliðið spæla ímóti Andorra, leygardagin 21. februar er Pólland mótstøðuliðið, og týsdagin 24. februar verður landsdystur ímóti Luksemborg og Allani Simonsen.
? At spæla tríggjar dystir í eina viku er ikki so lítið krevjandi. Serliga tá ið havt verður í huga, at tað er so so mikið tíðliga á árinum, at tað ikki kann roknast við, at spælararnir verða so væl fyri, sum teir skulu vera, tá ið týdningarmiklu undankappingardystirnir koma fyri. Tá ið tríggir dystir verða spældir so mikið tíðliga, so kann roknast við smáskaðum og eymum beinum. Tí ætla vit at hava tjúgu spælarar við niður til Spania, sigur Henrik Larsen, landsliðsvenjari.

Ikki órógvaður
Í sambandi við at tað í vikuskiftinum kom fram, at Heine Fernandez skal venja HB, varð nevnt, at HB fer undir venjingarnar mánadagin 2. februar. Tað vil við øðrum orðum siga, at landsliðsspælararnir hjá HB fara bara at hava vant í tvær vikur, tá ið teir eftir ætlan skulu til Spania at vera partur í trimum landsdystum. Hetta tykist ikki rættuliga sannførandi. Men Jógvan Martin Olsen, hjálparvenjarin hjá Henrik Larsen, sum eisini er venjari hjá NSÍ, og sum í nógv ár hevur havt fingurin á føroyska fótbóltspulsinum, sigur seg ikki vera so órógvaðan.
? Spælararnir eru væl betri fyri nú, enn teir áður hava verið. Í fleiri feløgum verður skipað fyri vetrarvenjingum. Spælararnir hittast einar tvær ferðir um vikuna, og harafturat verður í fleiri feløgum skipað fyri styrkisvenjingum. Ætlanin hjá okkum í NSÍ er at fara undir venjingarnar um miðjan januar, og frá fleiri øðrum venjarum hava eg fingið at vita, at teir hava somu ætlanir, sigur Jógvan Martin Olsen, sum hevur ætlanir um venjingar í tveimum vikuskiftum, áðrenn landsliðið skal av landinum.
Fyrra venjingin verður leygardagin 17. og sunnudagin 18. januar, og tann seinna verður leygardagin 24. og sunnudagin 25. januar. Ætlanin er at hava tvær venjingar leygardagarnar og tvær sunnudagarnar. Í hvussu so er annað av hesum vikuskiftunum verður Henrik Larsen í Føroyum.

Símun fyri Jón Róa
Enn er tað ikki greitt, hvørjir tjúgu spælarar skulu við landsliðnum til Spania. Fyrstu ábendingina um valið fáa spælararnir í dag. 24 spælarar eru boðsendir til omanfyri nevndu venjingarnar. Allir hava teir áður verið á landsliðnum. Undantakið er HB málverjin, Bárður Johannesen. Hann var á beinkinum í fyrra vinardystinum ímóti Kasakstan í fjør, men hann var ikki á vøllinum.
Landsliðsvenjarin hevur valt at senda boð eftir trimum málverjum. Umframt Bárð Johannesen er talan um teir báðar royndu málverjarnar Jens Martin Knudsen og Jákup Mikkelsen, sum í gjár skuldi flyta úr Skotlandi og aftur til Klaksvíkar og KÍ.
21 útispælarar hava fingið landsliðsboð, og teir hava allir áður verið á landsliðnum. Tann spælarin, sum ikki hevur verið á landsliðnum í longsta tíðarskeiðið, er HB miðverjin Símun Eliasen. Hann hevur ikki verið á landsliðnum seinastu seks árini. Nú eru boð eftir honum aftur. At Jón Rói Jacobsen, sum í fjør var høvuðsálitið í miðverjuni, er skaddur og ikki verður førur fyri at spæla fótbólt næstu mánaðirnar, hevur ivaleyst gjørt landsliðsgøtuna breiðari hjá Símuni Eliasen, sum í fjør var millum berandi spælararnar á FM liðnum hjá HB.
Útispælararnir, sum hava fingið boð at møta í FSF húsinum leygardagin 17. januar, eru hesir: Óli Johannesen, Pól Thorsteinsson, Hans Fróði Hansen, Jóhannis Joensen, Símun Eliasen, Atli Danielsen, Allan Joensen, Súni Olsen, Tór?Ingar Akselsen, Jákup á Borg, Fróði Benjaminsen, Julian S. Johnsson, Jann Ingi Petersen, Helgi L. Petersen, Rógvi Jacobsen, John Petersen, Andrew av Fløtum, Heðin á Lakjuni, Hjalgrím Elttør, Christian Lamhauge Holst og Christian Høgni Jacobsen.