Fingu ongantíð nakað at vita

Mánkvøldið bíðaðu ferðafólk í meiri enn tríggjar tímar, tí Smyril varð seinkaður, men tey fingu onki at vita um, hvat var galið

Tænasta

Mánakvøldið varð ruðulleiki á Havnarkei.
Smyril skuldi fara av Havnini klokkan 19, men Smyril slapp ikki avstað, fyrrenn klokkan var farin av 21.30.
Sostatt var hann meiri enn tveir og ein hálvan tíma seinkaður, sum tað eisini sæst í hinari greinini her á síðuni.
Men tað, sum ferðafólk eru ógvuliga ónøgd um, er, at tey ongantíð fingu nakað at vita um, hví Smyril var seinkaður. Tey fingu eisini alt ov lítið at vita um, nær tað var væntandi, at hann fór at sigla.
?Vit fingu alt ov lítið at vita og tí vóru vit rættiliga ørkymlað, siga fleiri ferðafólk, sum hava vent sær til blaðið.
Hetta kom serliga illa við hjá teinum, sum skuldu suður við bili.
?Tey vóru komin oman á bryggjuna klokkan seks og høvdu stillað seg á plássið á ferjuleguni, sum er gjørt til bilar, sum skulu við Smyrli.
Men tiðin gekk og onki hendi.
?Hóast Smyril var meiri enn hálvantriðja tíma seinkaður, fingu bilførararnir ongantíð nakað at vita. Tað var bara at sita og bíða. Ikki kundu vit fara nakrastaðni, nógv tordu ikki so frægt sum at leypa inn á farstøðina á ves, tí ongin visti nær bilarnir vórðu róptir at koyra umborð, siga ferðafólk, sum hava vent sær til Sosialin.
Summi royndu at fara oman á bryggjuna av og á at kimast, um Smyril yvirhøvur lá við bryggju enn, ella um hann var farin.
Fleiri av teimum, sum vóru í bili, høvdu eisini børn við og hetta vóru tríggir ótolandi tímar hjá teimum at bíða.
Tey halda, at tað minsta, tey kundu gjørt, var at boða frá.

Eitt sindur frægari umborð
Umborð var ikki heilt so illa statt. Har boðaði skiparin frá klokkan 19.30, at trupulleikar vóru, men at tey fingu onki sagt um, nær siglt varð.
Ein tíma seinni segði skiparin í hátalarunum, at hann væntaði at tað bleiv ein hálvur tími afturat.
Ferðafólk halda nú, at tey kundu fingið eina neyvari frágreiðing.
Ferðafólk halda eisini, at tað minsta var, at tey fingu ein kaffimunn og ein breyðbita. Men tað fingu tey heldur ikki, fyrrenn tey høvdu gjørt vart við seg.
Men tað varð heldur ongin fráboðan um tað. Tey ymsu ferðafólkini frættu sum slatur, at nú bjóðaði Strandferðslan kaffi og breyð. Tá høvdu summi longu keypt, men tey kravdu so peningin aftur, tí tey vildu ikki, at mismunur varð gjørdur á ferðafólki.
Ferðafólkið heldur, at her á broyting koma í tí tað minsta fólk kunnu fáa, er ein ordilig frágreiðing um, hví Smyril er seinkaður og tað hevði heldur ikki minkað um umdømið, um tey høvdu boðað frá í hátalarunum, at Strandferðslan bjóðaði kaffi og okkurt afturvið, fyri at lætta um bíðitíðina.

Gjørdu eitt stórt arbeiði
Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni harmast hendingina mánakvøldið.
Men hann sigur, at talan var avgjørt um eina undantaksstøðu.
Hann sigur, at Smyril kom í eina ógvuliga keðiliga støðu, men hann leggur dent á, at bæði skipari, manning og tey á Farmaleiðum, gjørdu eitt stórt arbeiði fyri at lopysa trupulleikan.
Tó ásannar hann, at tey, sum sótu í bilunum og bíðaðu onga kunning fingu og tað harmast hann um og hann skilir væl ónøgdina.
? Tað er avgjørt ikki nøktandi og tað fara vit at bøta um til næstu ferð, tí at sita í einum bili í tveir og ein hálvan tíma og onki vita, er næstan sum at verða tikin til gísla og tað eigur ikki at koma fyri, sigur Strandferðslustjórin.
? Vit fara heilt vist at gera greiðar mannagongdir fyri, hvussu tey, sum bíða í bilum, fáa kunning, tá ið ein slík støða tekur seg uppaftur, sigur Kristian Davidsen.
Umborð royndi skiparin annars at upplýsa sum frægast og tey, sum ringdu á farstøðina, fingu eisini greið boð.
Hann sigur, at longu á miðdegi mánadagin varð skiparin á Smyrli greiður yvir at trupulleikar fóru at stinga seg upp, tí veðrið var so vánaligt.
Allan seinnapartin mánadagin stríddust skiparin og Strandferðslan annars at fáa nøktandi atløgupláss til Smyril, tá ið hann skuldi koma til Havnar seinnapartin.
Møguleikin at lata Lóm bíða á redini, til Smyril varð avgreiddur, varð eisini kannaður.
? Men onki bar til og tí kom Smyril at liggja uttast á Molanum.
Við sær hevði hann treylarar við fiski, sum skuldi við Norrønu og eyndaðist ikki at fáa fiskin við, hevði tað verið ein vanlukka fyri útflutningsvirkið. Tí varð nógv lagt fyri, fyri at fáa fiskin í land.
Kristian Davidsen sigur, at hetta var avgjørt eitt undantak, men tá ið slíkt tekurseg upp, er næstan vónleyst at rokna út, hvussu leingi tað fer at taka.
Hann heldur eisini, at tað er trupult at gera mannagongdir fyri, nær Strandferðslan skal bjóða kaffi og breyð í slíkum støðum.
?Skulu vit bjóða ferðafólkunum nakað ókeypis, tá ið skipini eru seinkað tveir og ein hálvan tíma, men ikki tveir tímar. Og hvussu, tá ið skipið er seinkað í ein tíma?
? Hetta er trupult at koma inn á og vandi er fyri, at ónøgdin verður fleiri ferðir størri um vit bjóða kaffi viðhvørt og ikki viðhvørt.
Annars heldur Kristian Davidsen ikki, at tað er vanligt aðrastaðni at bjóða ferðafólki nakað, tá ið eitt ferðamannaskip er seinkað.
?Men vit gera tað kortini í heilt serligum førum sum hesum, sigur stjórin á Strandferðslunui
Stjórin á Strandferðsluni skoytir uppí, at atløguplássini í Havn eru als ikki nøktandi og hann heldur ikki at tað kann góðtakast, at eitt týðandi skip sum Smyril, ikki fær fast atløgupláss í Havn.