Sambandsflokkurin hevur síðani løgtingsvalið í apríl í fjør staðið til eina framgongd. Og veljarakanningin, sum Gallup hevur gjørt fyri Sosialin og Útvarp Føroya staðfestir hesa gongdina.
Sambandsflokkurin stendur til eina framgongd upp á 3,7 prosentstig í mun til valúrslitið og hevði fingið 29,7 prosent av atkvøðunum, um val hevði verið nú.
Stóri taparin hevði verið Tjóðveldisflokkurin. Flokkurin hevði fingið eina afturgongd upp á 4,3 prosentstig og var endaður sum minsti flokkurin av teimmum fýra stóru við 19,4 prosent av atkvøðunum.
- Tjóðveldisflokkurin fekk sína stóru framgongd við fullveldinum, men nú er fullvel.dið meiri ella minni tikið av skránni, so nú sær út til at flokkurin endar aftur har, sum hann var áðrenn valið 1998, sigur Jóannes Hansen, valkønur.
Vistu ikki
Gallup Føroyar og Fjølmiðlaráðgevingin hevur gjørt kanningina. 510 fólk vóru spurd, hvønn tey ætlaðu at velja á løgtingsvalinum 20. januar.
Uppringingarnar vóru gjørdar í seinastu viku áðrenn greitt var at "Hin stuttligi Flokkurin" stillaði upp. 7,1 prosent vistu ikki, hvat tey ætlaðu at velja og 3,8 prosent søgdu seg antin ikki fara á val ella atkvøða blankt.
Hinir standa í stað
Allir hirnir flokkarnir - uttan Sambandsflokkurin og Tjoðveldisflokkurin - standa í stað. Við tí óvissu, sum er í slíkum kanningum, so ber ikki til at tosa um framgongd og afturgongd, tá boyringarnar eru so smáar. Fólkaflokkurin stendur í stað við sínum umleið 20 prosentum. Ofta verður sagt um Fólkaflokkin, at hann ikki stendur seg væl í veljarakanningum. So er spurningurin um hetta talið er tekin um, at hann í roynd og veru stendur til vøkstur ella um flokkurin hesiferð fær rættari tøl í eini veljarakaning.
Javnnaðarflokkurin, sum hevur verið í andstøðu tykist hava trupult at vinna seg fram. Flokkurin verður sambært kanningin liggjandu á 20 prosentum av atkvøðunum.
Miðflokkurin hevur eina lítla framgongd og sjálvstýrisflokkurin stendur at verja borg.
Javnt millum gomlu samgongu og andstøðu
Í prosentum eru Føroyar enn kvettar tvørtur um millum gomlu samgonguna og gomlu andstøðuna. Í prosentum hevði núverandi samgongan við Tjóðveldisflokkinum fingið 49,7 prosent og andstøðan 50,3.
Eftir valið 2001 hevði samgongan, sum stað var skipað, 53,1 prosent og andstøðan 46,9 prosent..
Tingbýti
Tað ber til at rokna tingmannabýti útfrá eini kanning, men óvissan verður stór, tí ikki verður lagt upp fyri, at summi valdømi eru sera smá og at óvissa er um, hvussu eykavaldu tinglimirnir fella.
Men verður royndin gjørd við verandi kanning, sum grundalag, so missir Tjóðveldisflokkurin tvey umboð á tingi og tey vinna Sambandsflokkurin og Miðflokkurin.
Miðflokkurin stendur til eina framgongd upp 0,7 prosent, men í útrokningunum av tingsessum, gevur tað altso ein tingsess afturat.
Verður hugt eftir samgongumøguleikum, hevði verandi andstøða fingið 16 tingsessir - Sambandsflokkurin 9 og Javnaðarflokkurin 7. Sostatt hevði tað ikki verið nóg mikið til meiriluta.