Masada

Bara orðið kennist heldur enn ikki ófrættakent. Minnir um harðskap og brádligan deyða. Um líðing og sigur, sum eingin sigur var kortini. Um treiskni og um, hvussu tað ber til við reindyrkaðari fanatismu at fáa fólk til at gera tað mest ótrúliga

2. partur
?????????

Masada: So standa vit her beint undir tí ófrættakenda staðnum Masada, har ein tann mest undrunarverda søgan um partisankríggj í heimssøguni yvirhøvur fór fram.
Nógv hevur verið at lisið og hoyrt um hetta staðið, og nógvar eru søgurnar, helst eisini røvarasøgurnar, sum sagdar eru frá hesum staðnum.
Men fyri ísraelsmenn stendur hetta sum ímyndin av styrkini hjá statinum Ísrael. Ein heilur »kultur« er uppstaðin kring hetta søguríka plássið, sum í so nógv ár var líkasum burtur, men kom aftur í aftur og gjørdist staðið, har ísraelskir hermenn beinleiðis verða tiknir í eið.
So høgt og týdningarmikið meta teir staðið, at teir hava flaggið hangandi har fast. Tað má ongantíð takast niður aftur av Masada. Tað sigst, at verður tað tikið niður, skal tað merkja endan á Ísraels ríki. Tað hevur soleiðis fingið umleið somu støðu her, sum apurnar á Gibraltar hava fyri bretar. So leingi apa livir á Gibraltar, verða bretar verandi á staðnum, siga teir.
Ivasamur byggiharri
Tað hevur valdað eitt sindur av iva um, hvør var tann fyrsti, sum bygdi Masada. At Heródes Mikli festi borgina til tað, vit í dag kenna til staðið, er eingin ivi um. Men undan honum var bygt á staðnum, vita menn.
Søguskrivarin Flavius Josephus, sum var við rómverjum, tá teir tóku borgina frá jødisku zelotunum í árinum 73, sigur, at tað var Jonathan høvuðsprestur, sum fyrstur bygdi hesa borg. Hvør hesin Jonathan hevur verið, hava menn so verið ymsir á máli um. Tó verður sagt í fótnotu í bókini hjá Josefusi »Kríggj jødanna móti rómverjum«, 1905 útgávuni, at tað var makkabearin Jonathan, 161-143 fyri Kristi føðing.
Aðrir hava so lagt afturat, at her hevur ivaleyst verið borg nakað nógv fyrr enn so. Helst longu tá Móses við fylgi sínum ferðaðist hinumegin Deyðahavið, hevur borg verið á fjallinum. Tað kann so hava verið ein orsøk til, at ísraelsmen ikki fóru stytstu leið fram við vatninum, men fóru um Jordan og lupu á Jeriko norðanvert vatnið, halda summir søgumenn.
Nágreiniliga sigur Josephus so frá, hvussu borgin varð bygd upp og útgjørd, tá rómverjar tóku hana eftir at hava havt hana kringsetta í áravís.
Men eina mest hugtikin tykist hann at hava verið av øllum vistunum, sum lagdar vóru á goymslu her uppi, umframt av, hvussu væl plássið annars var útgjørt.
Goymslur og dyrkilendi
Josephus greiðir gjølla frá, hvussu borgin er bygd. Hann sigur frá einum múri kring borgina, sum er sjey stadiur í kringi. Hann er 12 alin høgur og átta alin tjúkkur. Ikki færri enn 37 torn eru á múrinum, og er hvørt teirra 50 alin høgt.
Men tað var ikki nokk hjá Heródesi, sigur Josephus frá. Innan fyri hendan verndarmúrin varð bygd ein kongsborg við sterkum múri og fýra tornum, sum hvørt var 60 alin høgt.
Men var bygningurin eitt, so var provianturin, teir høvdu har uppi, eitt annað.
Bæði nøgd og goymsluevni undraðist Josephus á. Har vóru stórar nøgdir av korni, víni og olju, sum rakk til nýtslu í langar tíðir, greiðir hann frá. Øll sløg av bønum og dadlum, sum, hóast tað hevði ligið har í nógv ár, áðrenn zelotarnir tóku borgina, kortini vóru líka frísk og væl varðveitt, sum vóru hesar vørur nýggjar. Ja, eini 100 ár, heldur Josephus, at okkurt av hesum hevði ligið, áðrenn rómverjar tóku borgina.
Og moldin á fjallatoppinum var feit og góð og besta dyrkilendi til korn, soleiðis at til bar at vinna sær føði har uppi, hóast kringseting í fleiri ár.
Vatn var eingin trupulleiki, og brunnar høvdu teir høgt í klettin at goyma vatn í.
Og so øll vápnini. Josephus tekur rívan til. Vápn til einar 10.000 mans sigur hann, vóru á goymslum har uppi. So her var ikki bara sum at siga tað at loypa á.
Skrøgg
Leingi varð hildið, at hendan frágreiðing Josepusar mundi vera skrøgg. Hetta ljóðaði so mikið ótrúligt, at tað kundi bara ikki passa, varð hildið.
Men í 1838 vitjaði amerikanski granskarin Edward Robinson og ferðafelagi hansara, E. Smith, oasuna Ein Geddi, sum liggur skamt norðan fyri Masada. Har frættu teir um hetta fjallið, har ein gomul borg skuldi liggja, og fóru at vita, hvussu vorðið var.
Tað teir sóu, sannførdi teir um, at hetta var borgin Masada, sum Josephus hevði sagt frá.
Seinni vóru ein amerikanskur missionerur, S.W. Wolcott, og ein bretskur málari, Tipping, á fjallinum, og teir ivaðust ikki í, at tað, Josephus hevði skrivað, var satt. Hann mátti heilt einfalt hava havt verið har og sæð, hvussu har sá út, staðfestu teir.
Men ikki fyrr enn í 1960'unum varð Masada grivið út undir leiðslu av ísraelska fornfrøðinginum Yigael Yadin.
Og so var knappliga alt, sum Josephus hevði skrivað, so púra satt kortini. Sjálvt vatngoymslurnar, sum fólk við skili fyri slíkum høvdu skýrt tað reina tvætl, vístu seg at vera sannar. Og veðurlagið er soleiðis háttað, sannaðu fornfrøðingarnir, meðan teir arbeiddu har uppi, at tað regnar so ógvusliga og knappliga, at tað væl ber til at fylla hesar stóru goymslurnar har uppi.
Hetta hevur Heródes vitað um og hevur tí givið boð um at høgga hesar stóru brunnarnar í klettin.
Lættari í dag
Í dag er lættari at koma upp á Masada, enn tá Flavius Silva, generalur, í síni tíð royndi seg við stóra rómverjaherinum móti teimum 967 zelotunum, sum hildu honum í skáki har niðri vestan fyri Masada.
Vit kom upp eystanfyri. Við rennistrongi í afturlatnum kassa við stórum vindeygum.
Fara úr beint undir borgini eystantil og ganga so upp á sjálvan slættan. Her er Stórt øki. Sum fleiri fótbóltsvallir. Og væl ber til at ímynda sær, hvussu tey sunnanvert á slættanum hava havt stórar akrar. Bygningarnir hava ligið í hinum endanum.
Og niður eftir berginum norðanvert læt Heródes gera eitt palass, sum hann sjálvur helt til í. Í trimum hæddum.
Húsini her í erva eru heldur ikki fyri »nothing« soleiðis. Sum ferðaleiðarin sigur:
»Hasin fýrurin, Heródes, hevur havt skil fyri at liva.«
Enn síggjast stásiligu mosaikgólvini í ymsu rúmunum í kongsborgini við teimum fýra 60 alin høgu tornunum.
Tað síggjast svartar linjur eftir veggjunum. Hesar eru fyri at vísa á, hvussu tað sá út, tá grivið varð út. Upp til strikurnar stóð eftir. Síðan er endurbygt ymsastaðni fyri at fáa ein mynd av, hvussu tað hevur sæð út, tá alt var í brúki.