Tað endaði sum tað byrjaði

Virkisleiðin hjá Saddam Hussein endaði á sama hátt, sum hon byrjaði: Undir jørð

Til fyri fáum mánaðum síðani var ein framsýning undir tí stóra hermannaminnisvarðanum í Bagdad, sum lýsti lív og verk hjá táverandi forsetanum. Á einum ásýniligum staði stóð ein gomul skrivimaskina. Hon var vápnið, sum tann ungi Saddam Hussein nýtti, tá hann í loyndum fór undir virksemi sítt ímóti táverandi stýrinum í Irak.
Hann byrjaði sítt politiska lív undir jørð, og tí var tað kanska hóskandi, at hann nú varð funnin og tikin í einari holu nakrar kilometrar frá bygdini Al-Awja, har Saddam Hussein al-Tikriti varð borin í heim fyri 66 árum síðani.
Í hesum tíðarskeiðinum skipaði hann eitt av heimsins mest harðrendu og eirindaleysu stýrum, hvør illgerðir vit framvegis ikki hava fult yvirlit yvir. Hetta var eisini eitt stýri, har Saddam sjálvur í størri og størri mun gjørdist miðdepilin saman við sínum næstu og skyldfólki sínum úr økinum við Tikrit.
Tað var ein av hesum skyldmonnunum, generalurin Hassan al-Bakr, sum hjálpti honum framat, tá generalurin í 1968 tók valdið í Bath-flokkinum.
Stig fyri stig eydnaðist tað Saddam Hussein at fáa størri og størri ávirkan og vald, og hann helt seg ikki aftur, var tað neyðugt at beina fyri onkrum, sum forðaði honum. Í 1979 tók hann tað endaliga stigið, tá hann gjørdist forseti, forsætisráðharri, aðalskrivari í flokkinum, formaður í kollveltingarráðnum og ovasti fyri landsins herdeildum. Tað skuldi skjótt vísa seg, at hann dugdi betur at halda eygað við landi og fólki enn at stýra.
Mistøk
Longu árið eftir at hann var komin framat, gjørdi hann tað fyrsta mistakið, tá hann leyp á grannalandið Iran - eitt kríggj, sum vardi heili átta ár, og sum oyðilegði land hansara. Tá tað endiliga eydnaðist at fáa vápnahvíld í lag, lá irakski búskapurin í sori.
Tvey ár seinni, í august í 1990, gjørdi hann aftur eitt stórt mistak. Eftir at hava keglast við Kuwait um oljurættindi og landaøki gjørdi Saddam Hussein av at leypa á tað lítla grannalandið og at innlima tað í Irak. Altjóða samfelagið tók seg saman, og undir amerikanskari leiðslu rak ein altjóða herur irakska herin úr Kuwait á vári í1991.
Ósigurin í Kuwait og tey strongu altjóða tiltøkini ímóti Irak gjørdust byrjanin til endan hjá Saddam Hussein. Kortini eydnaðist tað honum í tólv ár afturat at gera seg inn á fólkið við hjálp frá herinum og løgregluni, fongsli og píning, morðum og hópdrápum.
Nú situr hann sjálvur aftan fyri rimarnar.