Tann seinni spurningurin oman fyri ljóðar sum ein retoriskur spurningur. Lesarin fær ta fatan, at sjálvandi geva filmarnir eina skeiva mynd av sokallaða stríðnum millum Harvard og Yale.
Tá eg fyri fyrstu ferð steig um tungu gáttuna til Harvard, hevði eg næstan eina Hollywood-líknandi mynd av Harvard og Yale í høvdinum. Tað mesta ítøkiliga, sum eg visti um lærustovnarnar, hevði eg frá filmsheiminum. So tað varð ikki ein serliga vælgrundað avgerð, eg tók um at fara til Harvard. Eg hevði ikki kannað eftir, um teir vælsignaðu Hollywood-filmarnir góvu eina nøkulunda rætta mynd av staðnum.
Men nú havi eg endiliga funnið útav, hvat Yale og Harvard eru fyri nakað. Eftir gott og væl hálvt annað ár í USA veit eg, hvussu hesir báðir lærustovnar definera seg. Tann eini sigur seg vera tann besta í heiminum, og hin sigur seg vera nógv tann besta í heiminum.
Men tað gevur ikki serliga nógva meining at hava tveir lærustovnar, har tann eini heldur seg vera best, og hin heldur seg vera so nógv best. Og uttan iva eru tað fleiri lærustovnar enn júst hesir báðir, sum halda seg eiga heiðurin at vera tann besti hægri útbúgvingarstaðurin í heiminum.
Fyri tað ikki bert skal standa orð ímóti orði, so royna Harvard og Yale hvør í sínum lagi at prógva, at teir eiga henda heiðurin. Ein av háttunum, sum stovnarnir báðir royna at prógva sín pástand uppá, hevur onki við lesna ella akademiskar royndir at gera.
Einaferð um árið møtast fótbóltsliðini hjá Yale og Harvard hvørjum øðrum í einum dysti, sum eftir øllum at døma hevur alt at siga fyri báðar skúlarnar. Tá "fótbóltur" verður nevndur her, so tosa vit ikki um tann vælumtókta føroyska fótbóltin, sum HB og Jákup á Borg og teir spæla. Vit tosa sjálvandi um amerikanskan fótbólt ella "American football," sum teir nevna tað her. Tann parturin, sum vinnur henda dystin, kann kenna seg væl fyri, tí hansara skúli vann. Ella meira týdningarmikið er helst, at skúlin hjá hinum tapti.
Fyri tveimum vikum síðani vóru nógvir Harvard-næmingar og vitjaðu Yale-næmingarnar í New Haven, Connecticut. Hetta var í samband við, at tann góði fótbóltsdysturin var á skránni, og skúlarnir skuldu máta seg í mun til hvønn annan.
Dysturin sjálvur hevur nógv at siga, men kanska enn meira týdningarmikið er tað, sum hendir rundanum dystin. Næmingar frá báðum skúlum møtast og tosa um ymisk, at síggja til, sakleys evni. Men aftanfyri hvønn setning og hvørt orð millum Yale- og Harvard-næmingin liggur ein goymd dagsskrá, nevniliga at fáa avklára spurningurin um, hvør er tann besti. Í hesum sambandi er ikki so týdningarmikið at hava rætt í sínari søk, men heldur at fáa rætt, sum onkur segði á sinni.
Hvat hava hesir báðir skúlarnir so í mun til hvønn annan? Tað er greitt, at ein tann besti hátturin at meta tveir skúlar í mun til hvønn annan, tað er at hyggja eftir næmingum, sum hava prógv frá skúlanum.
Yale hevur givið verðini mangan miklan mannin. Millum annað eru tveir kendir statsmenn frá Yale, nevniliga Bill Clinton og George W. Bush. Tann fyrri var ógvuliga glaður fyri praktikantar, og tann seinni setti í hálsin og svímaði. Hetta er sjálvandi millum onnur stórbrøgd.
Harvard hevur eisini givið sín part til verðina. Frá Harvard hava vit til dømis John F. Kennedy og Franklin Roosewelt. Tann fyrri setti ein mann á mánan, og tann seinni beindi fyri nazismuni, millum aðrar.
Tað eru aðrir hættir at samanbera Yale og Harvard uppá. Ein av hesum er at hyggja eftir, hvat næmingarnir á skúlunum hava til felags við hvønn annan. Tann skemtiligi Harvard-næmingurin sigur: "Hvat hava Harvard-studentar og Yale-studentar til felags?" Tað skemtingarsama svarið er, at báðir studentarnir sluppu inn á Yale, tá teir søktu. Stuttligt, ha?
Trupulleikin við øllum hesum objektivu og subjektivu samanberingunum er, at Harvard metir seg í mun til Yale, og Yale metir seg í mun til Harvard. Tað kundi ikki fallið teimum inn, at kanska átti man sammett seg við aðrar lærustovnar eisini.
Men nei, tann undirliggjandi fortreytin fyri øllum hesum samanberingunum er, at antin er Yale tann besti, ella er Harvard tann besti. Harvið eru fleiri túsund lærustovnar útihýstir frá hesum spælinum millum Harvard og Yale, og teir báðir lærustovnarnir hava stongt seg sjálvar inni og blakað lykilin vekk.
So tað er ikki so løgið, at fótbóltsdysturin millum Yale og Harvard verður nevndur "The Game," sum kann umsetast til "dysturin" ella "spælið." Tað er nevniliga eitt spæl millum tveir lærustovnar, Harvard og Yale, har tað snýr seg um at verða tann besti. Og sum oftast endar spælið við, at tann eini fer heim við gron.
Spælið hesuferð endaði við, at Harvard vann dystin. Øll á Harvard vóru so glað og heilag og frelst, tí nú er Harvard best. Men spælið er ikki liðugt. Tá Yale-fólk eru komin yvir gronina, og Harvard komið niður á jørðina, so gongur spælið víðari.
Tað er sum eitt langt talv millum tvey børn, har hini børnini ikki sleppa upp í part. Ei heldur vilja spælararnir, Harvard og Yale, taka ímóti góðum ráðum frá øðrum. Nei, hini kunnu fara og spæla okkurt annað spæl onkra aðrastaðni.
Og meðan Yale og Harvard stríðast fyri ikki at liggja aftan fyri hvønn annan, so melur jørðin víðari. Hesir báðir stovnarnir liva í síni egnu lítlu verð. Kanska er tað okkurt um tað, tá fólk spyrja, hvussu ein Harvard-næmingur skiftir eina brostna peru; tey svara, at næmingurin heldur um peruna, stendur stillur, og letur jørðina mala rundanum seg.
Hvussu leingi jørðin fer at mala, ja tað vita vit ikki við vissu. Men hetta hevur minni at siga, bert vit mala skjótari og penari enn hin. Tí so kunnu vit vera best.