seinastu 26 árini. Frásøgumaður ert tú góður, minnið er sera gott, og er tað stuttligt at hoyra teg siga frá ymiskum hendingum og fólki, sum tú kom at kenna runt um á hesum plássum. Hvør minnist ikki tær [...] var lærari, og mangar er heilsanirnar, eg eri biðin um at bera tær, tá eg eri komin í prát við onkran fyrrverandi næming hjá tær. Tað man eisini fløva eitt gamalt kennarahjarta at fáa heilsanir á hvørjum [...] frá mammu og ter, og tað eri eg ómetaliga takksamur fyri. Tá ein náar ein aldur sum tú at blíva 90 ár, tá veit ein, at sólin er komin vestur á luftina. Men sum tú sjálvur sigur: »Eg taki ein dag í senn
eitt vita vit, og tað er, at tað liggur eitt stórt arbeiði aftan fyri slíka framførslu. Og so kann eg ikki lata vera við at nevna unga solistin Eivør Pálsdóttir. Hennara klokkureina rødd setti prikkin yvir [...] Tað var eins og ein bleiv lyftur hægri upp, meðan ein sat har og lurtaði. Tit skulu hava tøkk fyri hetta. Tøkk fyri at tit leggja so nógva orku í at gera okkum áhoyrarum gerandisdagin lættari. Tí eitt [...] stólur tomur; og var tað við til at geva hendan serliga »stemningin«. Tøkk til tykkum øll, ið skipaðu fyri, og ikki at gloyma kórleiðaran Hegin Kambsdal. Hasum komst tú væl frá. áhoyrari
fóðrast dagliga, tá er ikki altíð lætt at fáa alt við. Vit síggja skræðuna, men hóma viðhvørt, meir enn sum so, tað sum er undir. Nú hetta árið er liðugt eru tað fleiri enn eg, sum verða at minnast serliga [...] Hetta er til fulnar eitt føroyskt sjónvarp. Betri fær tað ikki verið. Hesar báðar sendingarnar gera, at tú ikki fær teg til at finnast at SvF í 1997. Leiðslan í sjónvarpinum eigur stóra tøkk fyri, at hon [...] Men tær eru dýrar at gera og krevja nógva tíð. Eisini verður sagt, sum rætt er, at fjølmiðlarnir skulu vera púra sjálvstøðugir eins og dómstólarnir. Teir skulu tæna fólkinum beinleiðis. Spyrja fyri tey
nú eisini alment sagt, at hann væntar at sokallaði skattalættin fer at føra við sær, at hýrurnar skulu niður. Hyggja vit tó nærri at, hvat prísurin er fyri hendan háttin at royna at skapa skattalætta fyri [...] stríð er millum arbeiðsgevarar og løntakarar. Hetta er ikki nakað nýtt, tí sjálvt um tað býðir mær ímóti at fara at viðgera tey úrslit, sum Fiskimannafelagið hevur fingið við samráðingunum, so er tað ein [...] borgarligu samgonguna, har hann sjálvsagt er limur í, at leggja fyri tingið uppskot um skattalætta til sjómenn. Eg havi sagt tað áður og skal endurtaka tað her, at eg unni væl sjómonnunum og kanska einamest fi
skattalætta. Serliga er tað Sosialurin, sum hevur roynt at vent endamálinum við lóggávuni fyri at seta partarnar á arbeiðsmarknaðinum upp ímóti hvørjum øðrum. Seinasta nosið var at taka sjálvan landsba [...] landsbúskaparligum vinkli. Tað er ótrúligt, at Sigurd Poulsen letur seg brúka til at gera búskaparligar metingar av einum lógaruppskoti, har hann ger sína niðurstøðu uttan at taka høvuðsgrundgevingarnar [...] soleiðis at hon kemur í betri samsvar við skattalógirnar rundan um okkum, er vandi fyri, at nógv fleiri fiskimenn, sum longu í dag eru uttanlands í vinnu, flyta við familju av landinum. Vit vita, at tað eru
hann meg til, at hann skjótt fór at fara frá okkum. Við brennandi vón um, at hetta ikki var so, royndi eg at eggja hann til lívsmót, kortini vitandi um og fjaldandi fyri mær sjálvum, at lívssól hansara [...] vóru, tí av royndum vistu vit, at okkurt tinganes var til okkara, og ongantíð minnist eg, at nakar var svikin. Soleiðis var pápi, honum dámdi so væl at gleða børnini, tað, sum honum sjálvum ikki lutaðist [...] og mundi hann ikki eisini vera skjótur at takka Honum, tá ið kríggið var av, og havið aftur lá í silvitni. Tá ið eg tosaði við pápa í seinastuni, bar tos hansra brá av, at hann ikki kendi seg so birgan
ymsar at velja í. Útvarp og sjónvarp hava stórt árin á tað, sum børnini hoyra og síggja. Eg eri persónliga vónsvikin av, at miðlarnir í ár eru við til at avkristna jólini. Hví eg haldi tað? Tað er alt, [...] Tað eru foreldur, sum eru undir so stórum trýsti av børnum, sum vilja hava hetta og hatta, men sum tey ikki hava ráð til. Viðhvørt hava vit varhugan av, at tey ikki eru so ovurhondsfegin, tá tey so endiliga [...] nissur ? vættrar og so er ein væltalandi jólarotta komin (ístaðinfyri krubbuna?). Álvaratos! Latið børnini ikki missa Jesusbarnið, krubbuna ella einglarnar. Eingil bar gleðiboð: Tykkum er í dag ein frelsari
varnist eg, at tankin um at seta meg í flogfarið nýggjársdag við kós móti Singapore og til sjós er næstan vorðin tiltalandi. Skomm at siga frá. Men hvør veit, kanska havi eg fingið skattalætta, tá eg komi [...] Hagaleiti, uttan at hann hevði varnast tað. At síggja hann mala rundan um seg sjálva, meðan eyguni mala í heysinum á honum, er kanska stuttligt ta løtuna, men tá hann gerst í øðini triðja dag, tí at leikuhandilin [...] ætlað at skapa, er langt síðan farin, tá jólaaftan er komin út úr handlunum og inn í stovurnar, og skuldi eitt vet verið eftir av henni, drunkar hon í dunganum av líknandi frasi. Og um drongurin er heppin
sær at gera seg inn á tað klassiska grikska. Ein annar spurningur er, um tað er rætt at nýta karikatúrtekningar sum illustratiónir. At gera tað er í grundini at gera ímóti øllum tí, sum skrivað er í bókini [...] var undir kommunistiskum harðræði (?Communist Dictatorship«). Tað kundi vera tað, tað var. Verri var soleiðis reint intellektuelt at góðtaka, at alt, sum ikki kommunistiskt, var frælst og hoyrti til tann [...] fakligu krøvini, eisini til amboð og metodur, munandi. Tað er fyri neyðini, at tann broytingin er hend. Tað kann bara skapa trygd, tá ið sagt verður, at bókin »partvís byggir á metoduhugsanina hjá Kristian
hjá, fyri nú bert at nevna okkurt heilt lítið av tí, sum Rigmor so tolin lat um seg ganga, so noyðist eg at spyrja meg sjálva, um tað er »at eiga lívið í« einum øðrum menniskja, tað sum hon gjørdi. Hon [...] sær eitthvørt áhugavert at endavenda í góðari samrøðu. Í føroyskari traditión hugsi eg, at hesin mátin er væl royndur, og hann er her ein gáva til øll, sum kanska aftra seg við at fara undir verk, sum hevur [...] heildarfatanina, men í hesi bókini haldi eg ongantíð, at høvundurin fer um tað markið. Ein vandi, sum kann verða í tí at skriva ævisøgu um stórskald sum Janus Djurhuus, er, at verkið lætt kann gerast patetiskt