brosmu. - Vit vænta, at trý ísfiskalínuskip koma inn at landa mánadagin, og nøkur koma seinni í vikuni sum kemur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag. Lagt verður aftrat, at okkurt av línuskipunum [...] Streymurin verður brúkiligur í næstu viku, og líkt er eisini til, at veðrið verður hampiligt. Tí verður roknað við útróðri, og útróðrarbátarnir fáa at kalla bara tosk og hýsu. [...] línuskipunum er nýliga byrjað túr, og tí er ivasamt, um tey koma inn at landa í næstu viku. - Eitt frystilínuskip fiskar í grønlendskum sjógvi, og eitt frystilínuskip er í føroyskum sjógvi, siga tey á Fiskamarknaði
##med2## Upplýst verður, at skipið nú er klárt at sleipa til Føroyar. Ætlanin er at sleipa tað úr Litava til Skála, har man væntar at vera um miðjan september. Tað var í mai 2017, at Fiskimálaráðið og MEST [...] MEST skrivaði undir sáttmála um at byggja tað nýggja rannsóknarskipið. MEST gav Western Baltic Shipyard í Litava arbeiði at gera skrokkin, ið nú er handaðar MEST.
men neyðugt verður at bíða eina løtu aftrat eftir býtinum. Einfalda orsøkin til tað er, at allir umsøkjararnir hava ikki fingið svar upp á umsóknina enn. Høgni Hoydal gjørdi tó greitt, at svarini verða send [...] send umsøkjarunum í dag, og at menningarkvoturnar verða almannakunngjørdar so skjótt, sum til ber. Annars kann viðmerkjast, at tilsamans vóru 37 umsøkjarar til tey 11.711 tonsini av svartkjafti, 3.159 tonsini [...] tilmældi, og tilmælið er givið til 6 menningarkvotur. Uttan at siga, hvør hevði fingið burturav menningarkvotunum, so segði Høgni Hoydal, at tað var serliga umsøkjarar frá sunnaru økjunum í Føroyum, ið
nevnir møguleikan, at teir báðir flokkarnir kunnu skipa stjórn saman. Men tí hugskotinum tekur Kristian Jensen altso ikki undir við. – Eg havi merkt mær, at Lars Løkke Rasmussen sigur, at fyrsta valið hjá [...] Vinstra, Kristian Jensen, sær ikki fyri sær, at ein SV-stjórn kann gerast ein møguleiki eftir fólkatingsvalið. Tað sigur hann við Berlingske í kjalarvørrinum av, at Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, í [...] ímynda sær eina SV-stjórn sum aðruraðfesting, sigur Kristian Jensen: – Nei. Eg ímyndi mær at leggja kreftir í, at fyrra raðfestingin gerst veruleiki. /ritzau/
forsetanum, at prísurin ger eitt lop afturat. Tað skrivar Reuters. Donald Trump hevur boðað frá, at USA tekur seg úr avtaluni við Iran um kjarnorkuvápnaætlanina hjá landinum, og tað fer at hava við sær, at útboðið [...] olju fer at minka. Ein tunna av norðsjóvarolju kostar í dag 76,42 dollarar á asiatiska marknaðinum, og tað er hægsti prísur síðani 2014. Greinari hjá Mitsubishi UFJ Research sigur við Reuters, at minkar [...] av olju við einari millión tunnum, tí tiltøk verða sett í verk í móti Iran, kann oljuprísurin fara at hækka upp í 90 dollarar fyri tunnuna.
Hon ger tað púra greitt, at Javnaðarflokkurin ikki tekur undir við misálitinum á sína egnu landsstýriskvinnu, Rigmor Dam. Helena Dam á Neystabø sigur, at talan ikki er um, at Mentamálaráðið hevur yvirstýrt [...] stjóran, men at uppsøgnin einans er ógildað. - Málið verður tí sent aftur til stjóran í Kringvarpinum. Nú standa honum teir møguleikar aftur í boðið, sum Mentamálaráðið sigur, at stjórin átti at nýtt, tað [...] tað vil siga, at geva eina átalu, ávaring ella flyta viðkomandi í annað starv í stovninum, sigur hon. - Her er als ikki talan um eina politiska starvssetan. Mentamálaráðið hevur ikki sett tíðindaleiðaran
páskakvøld plagar at vera eitt av ársins stóru veitslukvøldum, men løgreglan sigur, at tað hevur verið stak friðarligt í nátt, tí kanska hevur tað tálma veitsluhugin eitt sindur, at tað er arbeiðsdagur [...] Í gjár fór at kava og tað varð reiðiliga hált summastaðni og løgreglan sigur, at onkur ferðsluóhapp eru hend. Seinnapartin í gjár hendu tvey ferðsluóhapp upp á ein minutt – og á sama vegi. Tað var á H [...] Hvalvíkarvegnum, at ein bilur fór út av í hálkuni, men tey høvdu ikki meiri enn vent sær, so rendi ein annar bilur á ein bil, sum stóð stillur. Men løgreglan sigur, at tað vóru bara bilarnir, sum fingu
upplýst fyri einum tíma síðan, at teir væntaðu ikki at fáa hann leysan í bræði, men klokkan 13.16 eydnaðist kortini at seta á hann. - Klokkan 13.16 fingu vit sett á og klokkan 13.33 var hann leysur av landi. [...] Fyri løtu síðan eydnaðist at fáa partrolaran Jaspis leysan av landi, aftaná at skipið hevur staðið fast síðan í nátt, tá tað rendi á land nærhendis Syðradal í Kalsoynni. Av Brimil bleiv annars upplýst [...] Sløkkiliðið var til staðar og vóru klárir við oljusperringum, men tað var ikki neyðugt, og at síggja til tykist ikki, at nakar stórvegis skaði er, verður upplýst av vaktarskipinum Brimli. Jaspis er nú á veg
ber ikki til at skriva seg upp til íbúðirnar, fyrr enn kommunan hevur selt privatum samtaki økið til íbúðarbyggingina. - Privat samtak fer at byggja, selja og leiga íbúðirnar út. Hvør kemur at standa fyri [...] hava vent sær til kommununa fyri at skriva seg upp til eina íbúð á Frúutrøð. Hetta skrivar Tórshavnar Kommuna á heimasíðuni í morgun. Men kommunan sigur samstundis, at íbúðirnar á Frúutrøð verða ikki [...] vita vit við ársbyrjan 2019, tá ið vinnandi verkætlanin er funnin. Tórshavnar kommuna vónar, at fleiri fara at bjóða uppá verkætlanina, sigur kommunan í morgun.
fingið fleiri at seta spurnartekin við, um verðin kann breyðføða 9,5 milliardir fólk, sum ST roknar, at fólkatalið í heiminum verður í 2050. Eftirspurningurin eftir matvørum fer næstan at tvífaldast, og [...] fortreytir fyri landbrúki ymsastaðni í heiminum. – Tað verður ikki lætt at framleiða mat til so nógv fólk, men tað ber til. Ein treyt verður, at vit minka munandi um matspillið í heiminum, tí longu nú framleiða [...] De Neergaard, professari á Københavns Universitet, við Kristeligt Dagblad. Hann vísir á, at ein avbjóðing er, at landbrúk stendur fyri einum fjórðingi av útlátinum av vakstrarhúsgassum, og tí kann meira