Eftir ætlan skuldi Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, leggja fram býtið av menningarkvotum seinnapartin í dag, men neyðugt verður at bíða eina løtu aftrat eftir býtinum.
Einfalda orsøkin til tað er, at allir umsøkjararnir hava ikki fingið svar upp á umsóknina enn.
Høgni Hoydal gjørdi tó greitt, at svarini verða send umsøkjarunum í dag, og at menningarkvoturnar verða almannakunngjørdar so skjótt, sum til ber.
Annars kann viðmerkjast, at tilsamans vóru 37 umsøkjarar til tey 11.711 tonsini av svartkjafti, 3.159 tonsini av makreli og 4.695 tonsini av norðhavssild, ið metingarnevndin tilmældi, og tilmælið er givið til 6 menningarkvotur.
Uttan at siga, hvør hevði fingið burturav menningarkvotunum, so segði Høgni Hoydal, at tað var serliga umsøkjarar frá sunnaru økjunum í Føroyum, ið høvdu lokið krøvini.











