Frúutrøð: Enn kanst tú ikki skriva teg upp

Ert tú ein teirra, sum vil sleppa framat Frúutrøð? So mást tú bíða, sigur Tórshavnar Kommuna

Týsdagin var útbjóðingartilfarið til íbúðarbyggingina á Frúutrøð lagt fram fyri vinnuni og møguligum íleggjarum. Fleiri borgarar hava eisini víst íbúðarbyggingini á Frúutøð ans og hava vent sær til kommununa fyri at skriva seg upp til eina íbúð á Frúutrøð.

 

 

Hetta skrivar Tórshavnar Kommuna á heimasíðuni í morgun. Men kommunan sigur samstundis, at íbúðirnar á Frúutrøð verða ikki kommunalar, og tí ber ikki til at skriva seg upp til íbúðirnar, fyrr enn kommunan hevur selt privatum samtaki økið til íbúðarbyggingina.

 

 

- Privat samtak fer at byggja, selja og leiga íbúðirnar út. Hvør kemur at standa fyri hesum arbeiði, vita vit við ársbyrjan 2019, tá ið vinnandi verkætlanin er funnin. Tórshavnar kommuna vónar, at fleiri fara at bjóða uppá verkætlanina, sigur kommunan í morgun.