Næstformaðurin í Vinstra, Kristian Jensen, sær ikki fyri sær, at ein SV-stjórn kann gerast ein møguleiki eftir fólkatingsvalið.
Tað sigur hann við Berlingske í kjalarvørrinum av, at Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, í nýggjari bók nevnir møguleikan, at teir báðir flokkarnir kunnu skipa stjórn saman. Men tí hugskotinum tekur Kristian Jensen altso ikki undir við.
– Eg havi merkt mær, at Lars Løkke Rasmussen sigur, at fyrsta valið hjá honum er ein borgarlig-liberal stjórn, og tað, haldi eg, er ein góð fyrstaraðfesting, sigur Kristian Jensen við Berlingske.
Upp á spurningin um, hvørt næstforamaðurin í Vinstra kundi ímynda sær eina SV-stjórn sum aðruraðfesting, sigur Kristian Jensen:
– Nei. Eg ímyndi mær at leggja kreftir í, at fyrra raðfestingin gerst veruleiki.
/ritzau/