Tvey ferðsluóhapp á sama stað

Annars hevur tað verið stak friðarligt í nátt, sigur løgreglan

Í gjár fór at kava og tað varð reiðiliga hált summastaðni og løgreglan sigur, at onkur ferðsluóhapp eru hend.

 

Seinnapartin í gjár hendu tvey ferðsluóhapp upp á ein minutt – og á sama vegi. Tað var á Hvalvíkarvegnum, at ein bilur fór út av í hálkuni, men tey høvdu ikki meiri enn vent sær, so rendi ein annar bilur á ein bil, sum stóð stillur. Men løgreglan sigur, at tað vóru bara bilarnir, sum fingu skaða, tí ongin mannskaði var.

 

Annað páskakvøld plagar at vera eitt av ársins stóru veitslukvøldum, men løgreglan sigur, at tað hevur verið stak friðarligt í nátt, tí kanska hevur tað tálma veitsluhugin eitt sindur, at tað er arbeiðsdagur í dag. Í øllum førum hevur tað verið stak friðarligt í nátt, sigur løgreglan.