Jaspis á veg til Havnar

Fyri løtu síðan eydnaðist at fáa partrolaran Jaspis leysan av landi, aftaná at skipið hevur staðið fast síðan í nátt, tá tað rendi á land nærhendis Syðradal í Kalsoynni.


Av Brimil bleiv annars upplýst fyri einum tíma síðan, at teir væntaðu ikki at fáa hann leysan í bræði, men klokkan 13.16 eydnaðist kortini at seta á hann.


- Klokkan 13.16 fingu vit sett á og klokkan 13.33 var hann leysur av landi. So tað lukkaðist bara heilt væl. Sløkkiliðið var til staðar og vóru klárir við oljusperringum, men tað var ikki neyðugt, og at síggja til tykist ikki, at nakar stórvegis skaði er, verður upplýst av vaktarskipinum Brimli.


Jaspis er nú á veg suður til Havnar har skipið skal á beding.