Flestu ísfiskalínuskip eru í løtuni til fiskiskap undir Føroyum. Skipini fáa mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu.
- Vit vænta, at trý ísfiskalínuskip koma inn at landa mánadagin, og nøkur koma seinni í vikuni sum kemur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
Lagt verður aftrat, at okkurt av línuskipunum er nýliga byrjað túr, og tí er ivasamt, um tey koma inn at landa í næstu viku.
- Eitt frystilínuskip fiskar í grønlendskum sjógvi, og eitt frystilínuskip er í føroyskum sjógvi, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.
Streymurin verður brúkiligur í næstu viku, og líkt er eisini til, at veðrið verður hampiligt. Tí verður roknað við útróðri, og útróðrarbátarnir fáa at kalla bara tosk og hýsu.