Kollafirði skulu seljast fyri marknaðarprís. Kostnaðurin er nú 250 túsund ístaðin fyri ætlaða kostprísin, ið var 600 túsund krónur. Við hesi avgerð hevur kommunan slóðað fyri, at tað gerst møguligt hjá [...] langtíðaríløguætlan. Vinnuforum Fortreytin fyri fjølbroyttum vinnulívi eru góðir kommunalir karmar. Eini 200 fólk vóru til fyrstu vinnustevnuna, sum kommunan skipaði fyri í mars mánaði. Vinnan og kommunan hittust [...] í einum góðum samgonguskjali legði býráðsmeirilutin beinanvegin til brots fyri at taka týðandi stig á leiðini at menna og skapa trivnað í Tórshavnar kommunu. Aðaltátturin hjá nýggju býráðssamgonguni er
breiða vitan um samfelagi vit liva í, ... sigur Pole J. Hansen. Hansara hjartamál eru: Vinnulív bæði á sjógvi og landi, og er hansara ynski, at okkara vinnulív fær so støðugar karmar sum gjørlig at virka innanfyri [...] áhuga fyri fíggjarmálum. Ítróttur er eisini eitt av hjartamálunum. Tað at øll her á landi hava tað gott, og at hjálpa teimum, sum eru dottin niðurímillum í samfelagnum, er eisini týdningarmikið fyri hann
alspent við ljóðføri í hond var kveikjandi í sjálvum sær, og festliga løgdu tey fyri við “Old Mc Donald´s Band”. Í mong ár hava vit við ymisk musikkskúlahøvir varnast Peder Riis sum dyggan stuðul bæði gangandi [...] fremst sum tann dugnaligi tónleikalærarin, ið við sera góðum handalag hevur skipað fyri samanspæli. Men tað, sum vit við hesum byrjanarbólki, Orkestur I, og teimum báðum fylgjandi fingu at hoyra hetta [...] men tá so Føroya Landsorkestur lat ljóma frá sær, kundu vit við gleði og stoltleika fetta okkum á í sæti, tí í hondum Berhards Wilkinsonar eiga vit her eitt ljómlið, sum við treysti kann fara um øll høv
granska í. Vit hava havt fróðskaparsetur nú í nógv ár, og hevur okkara universitet bara vánalig og óegnaði høli at vera í. Vit eiga at gera eitt arbeiði fyri, at universitetið fær hóskandi karmar at vera [...] sjálvt. Vit sóu eitt pínligt dømi herfyri, tá ið tann pinkulítli løgmaðurin blásti seg upp og gjørdi okkum øllum og mest sær sjálvum fyri skommum í tí sokallaða skrivstovumálinum í Tinganesi. Vit mugu koma [...] Vit skulu eisini byggja næmingaheim, so allir føroyingar kunnu fáa holla utbúgving í Havn og ikki altíð verða noydd av landinum, tað skal verða teirra egna val, um tey lesa í Havn ella í Oxford. Vit hava
væl samd um, at vit kunnu ikki øll fara út og fiska okkara brotpart av samlaða fiskiríkidøminum. Hetta skulu dugnalig reiðarí taka sær av. Reiðaríini skulu sjálvandi hava tryggar karmar fyri at kunna virka [...] hevur arbeitt við síðani í fjørsummar og í næstum leggur fyri løgtingið. - Sambært fyrisitingarlógini skal grundgevast neyvt og sakligt fyri eini avgerð. Hetta er ein grundmekanisma í okkara samfelag [...] pengar. Men hesar karmar hevur royndi advokaturin ilt við at fáa eyga á innan fiskivinnuna. - Verandi fiskivinnulóggáva er eftir mínum tykki at líkna við ein fløkjustamp. Eisini hava vit ræðandi fordømi
taka hædd fyri í langsiktaða fíggjarpoltikkinum, eitt nú at steðga stuðli til vónleys projektir og skipanir, men heldur skapa betri karmar og skipanir, fyri eitt nú íverksetarar, sum kunnu skapa nýggjar [...] hevur ikki, nú vit skriva ár 2005. sett eina greiða búskapar-strategi fyri tað almenna, hvørki uppá styttri ella longri sikt. Hetta sæst nú týðuliga aftur við m.a. hallinum á fíggjarlógini fyri 2004. Eftir [...] Landsstýrið eigur at leggja fyri Føroya Løgting eina broyting í stýrisskipanarlógini, sum ásetur, at lands-stýrið, sum útgangspunkt, ikki fær loyvi at leggja fyri tingið eina fíggjarlóg fyri landskassan, sum gevur
Nógv tøk eru tikin fyri at fáa ein meira virknan og glaðan miðbý í Havn hesi seinastu árini. Her hugsa vit sertakliga um royndirnar at skapa eitt livandi mentanarligt umhvørvi í tí partinum av býnum, sum [...] leingist eftir uppaftur betri umstøðum. Og leita vit longur oman í Vágsbotn síggja vit eisini frambrotini har um leiðir. Müllers Pakkhús er enn ein perla. Fyri stuttum kundi Grafiski verkstaðurin lata upp [...] parturin av Havnini kann gerast tann magnetur hann var fyrr. Vit mugu so heldur ikki gloyma tann týdning sum handilslív og vinna eisini hava fyri at skapa lív og virksemi í økinum.
at øll hava møguleika at hava ein varandi bústað. Vit kunnu loysa hesa avbjóðingina, við at loyva bústøðum at byggja nógv meira, og at gera karmar fyri einum vælvirkandi lutaíbúðarmarknaði. Gevur tú mær [...] hava økt eftirspurningin eftir búeindum munandi. Sambært hagstovuni so eru vit 5.449 fleiri íbúgvar í Føroyum í dag, enn fyri 10 árum síðani. Í sama tíðarskeiðið eru 1.273 bústaðir bygdir, sambært íbi [...] mær títt álit á valinum 8. Desembur fari eg at virka fyri hesum. Gott val – X við A Fía Selma Nielsen
at umboðini fyri teir seks skipabólkarnar, sum hava undirskrivað stuðulsbrævið, ikki á nakran hátt vilja skapa rumbul. - Vit eru ikki úti eftir at skapa stríð millum feløg, ei heldur at skapa Føroyum møguligar [...] millum. Tað, sum vit vilja, er at vísa á, at stórir inntøkumøguleikar liggja í makrelinum. Soleiðis, sum makrelur í nógv størri mun enn áður er í føroyskum sjógvi í summarhálvuni, taka vit fult og heilt undir [...] Føroyar nú fara at stríðast eitt sindur fyri sínum sjálvsøgdu rættindum, sum hann tekur til. - Makrelur kemur í stórum nøgdin inn í føroyskan sjógv, og tí mugu vit eisini hava rættin til at fiska eina munandi
fara út og geva lyfti um, hvussu vit skulu skipa eitt nú eldrarøkt, um vit koma inn á ting, men veruleikin er, at vit hava nakrar fíggjarligar karmar, ið vit mugu halda okkum innanfyri, og tí mugu tær [...] Vit síggja alt meir og meir, hvussu ein í staðin fyri at finna føroyskar loysnir, ið passa til okkara viðurskifti og okkara fólkatal, umsetir beinleiðis tann mátan danir gera tingini uppá. Vit kunnu fara [...] kláraðu seg toluliga væl fyri einum ári síðani, í dag eru so vánaligir, at nú mugu tvær heimahjálpir til fyri at gera tað arbeiði, ið ein heimahjálp kláraði fyrr. Sum umboð fyri Sjálvstýrisflokkin kann