Menna ferðavinnuna

Landsstýrismaðurin við vinnumálum legði týsdagin uppskot um ferðavinnupolitikk fyri tingið. Talan er um álit, sum ein arbeiðsbólkur innan ferðavinnuna hevur evnað til

 

Ferðavinna

 

 

 

Ásannandi at føroyska ferðavinnan stendur á einum vegamóti, hevur landsstýrismaðurin við vinnumálum fingið gjørt eitt álit um ferðavinnu í framtíðini. Álitið varð lagt fyri tingið týsdagin.

 

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum, sigur, at álitið um ferðavinnuna, hann nú leggur fram, er ein partur av tí samskipaða vinnupolitikkinum, sum fyrr er fráboðaður.

 

Ferðavinnan er ein serligur partur av inntøkugevandi vinnuni, sigur hann Ein partur, sum í ávísan mun brýtur av frá aðrari vanligari vinnu.

 

Bjarni Djurholm sigur, at ferðavinnan er sum so eingin sjálvstøðug vinna, uttan ein samanrenning av fleiri pørtum. Bæði professionellari vinnu og ítrivi hjá feløgum og einstaklingum.

 

 

 

Ymsir partar

 

Nýggi ferðavinnupolitikkurin er býttur upp í fýra partar, sum í álitinum verða nevndir: Leikluturin hjá tí almenna, karmar, netverk og hagtalsgreiningar. Hvør av hesum pørtunum verður síðan viðgjørdur í uppskotinum, sum lagt varð fyri tingið týsdagin.

 

Uppskotið er eitt hefti, sum skrivað er niður til einar tólv síður burtur úr eini størri verkætlan, sum fyrr er gjørd, sigur Bjarni Djurholm.

 

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, sigur, at hugsjónin aftan fyri uppskotið um framtíðar ferðavinnuna, greitt miðar ímóti, at vinnan skal verða ein sjálvstøðu og berandi vinna, sum fer at seta dygd og tænastustøði í fremstu røð. Samstundis skal ferðavinnan sum sítt aðalmál leggja dent á at brúka og samstundis verja náttúru okkara, umhvørvi mentan eins og føroyska samfelagið sum heild, soleiðis at vit ikki offra nakað av okkara sereyðkennum fyri at tekkjast fremmandum ferðafólki. Tí tað er júst okkara sereyðkenni, fremmandamaðurin kemur at uppliva.

 

 

 

Almenna uppgávan

 

Hóast ferðavinnan er ein sundurgreinað vinna, sum røkkur at kalla í hvønn privatan krók, hevur tað almenna eina heilt greiða og sera týðandi upgávu at røkja. Tað er at menna Føroyar sum ferðamannaland eins og at kunna um og marknaðarføra Føroyar sum ferðamál uttanlands, sigur arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt uppskotið um ferðavinnuna.

 

Tá tosað verður um tað almenna innan ferðavinnuna, verður hugsað um Ferðaráðið, sum er almenni ferðavinnustovnurin undir Vinnumálastýrinum.

 

Ferðaráðið skal millum annað hava til endamáls at fáa til vega eina góða og samskipaða tænastu, eins og syrgt eigur at vera fyri, at góðskan og trúvirðið hjá vinnuni altíð er í hæddini, sigur Bjarni Djurholm.

 

Ferðafólk, sum koma til Føroya, eiga at kunna kenna seg trygg við tað, tey keypa. Tí skulu góðir karmar skapast um vinnuna við reglum, sum tillagaðar eru altjóða marknaðarsamstarvi, sigur Bjarni Djurholm.

 

Ferðafólk, sum koma hendanveg, skulu altíð kunna hava álit á, at tað, vit selja teimum, ber til at líta á, og at tær avtalur, gjørdar verða, halda.

 

Og tað er ikki bara ein almenn uppgáva at syrgja fyri tí. Men so sanniliga eisini ein uppgáva hjá vinnuni sjálvari, sigur landsstýrismaðurin.

 

Uppskotið hjá Bjarna Djurholm, landstýrismanni við vinnumálum, um ferðavinnupolitikk í framtíðini kemur til aðalorðaskifti í Løgtinginum komandi týsdag.