- Tað er sama søgan hjá einum liði, sum hevur mótgongd. Vit royna at spæla, og vit koma fram til nakrar møguleikar. Men vit skora ikki, og tá vit so fremja eitt mistak, so verða vit revsaðir.
Soleiðis staðfestir Hjalgrím Elttør, tá vit fingu orðið á hann mikukvøldið.
Um spælið sjálvt helt Hjalgrím annars, at hetta hevði verið á eini leið.
- Eg haldi sjálvur, at vit eru ávegis úr aldudalinum. Vit stýra dystinum fyri tað nógva, og vit skapa eisini nakrar møguleikar, men tað vil bara ikki rigga í løtuni. Men við innsatsinum, sum var gjørdur til dystin, so er tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn vit fáa gongd á.
Men tíð er kanska ikki tað, sum tit hava mest av í løtuni?
- Nei. Tað blíva altso ikki við at vera 27 dystir eftir at spæla. Á stigatalvuni sær tað so yvir høvur ikki serliga gott út hjá okkum. Vit eru um at fáa spælið at koyra, og vit skapa møguleikarnar, men okkum vantar enn mál og stig, og tað eru hesi, sum telja, er turrisliga stafðestingin at enda.










