– Óvirkni er lívshættisligt

Góð ráð til betri heilsu frá serfrøðinginum

Mong okkara sita niðri megin partin av degnum. Gjøgnum dagin ganga vit bert stuttar teinar so sum út í bilin, inn á kontórið, á vesið, út aftur í bilin. Restina av tíðini sita vit niðri framman fyri einum skíggja. Tað er ómetaliga ósunt fyri okkum menniskju at vera so óvirkin so nógv av tíðini. Óvirkni kann elva til hjartasjúkur, sukursjúku, krabba og sálarsjúku.

 

 

Durita Poulsen, BA í føðslu og heilsu, greiðir frá, at vilja vit broyta hugburð og gera okkurt við trupulleikan á arbeiðsplássi okkara, so er umráðandi, at bæði starvsfólk og leiðsla eru við í tilgongdini. Hon mælir til, at hugt verður at, hvørjir karmar ein arbeiðir undir á arbeiðsplássinum, og síðani seta í verk kostætlanir og virksemi

 

 

Góð ráð frá Duritu til ein sunnari gerandisdag:

  • Vel minni tallerk og so og so nógv grønmeti, kjøt og ikki so nógv annað 
  • Ikki lesa alt ov nógvar yvirskriftir, sum siga tær hvat er sunt og ósunt, men hygg ístaðin eftir, hvør keldan er, og hvar tú lesur greinina. Lurta heldur eftir fakfólki.

  

  • Gloym ikki at brúka nógvar kryddurtir. Ein salat tykist møguliga ikki so áhugaverd, men slettur tú eitt vet vinaigrette á, so verða tað ómetaliga lekkurt.
  • Í Føroyum hava vit nógvan leskiligan fisk, sum bæði er heilsugóður og smakkar ómetaliga væl. Tað eru óendaliga nógvar góðar uppskriftir við fiski í. Tað er bara at royna seg fram.