Eitt av undirpunktunum í valskrá Tjóðveldisfloksins er markið millum rangt og rætt. Høgni Hoydal segði á tíðindafundinum fríggjamorgunin, at eftir valið 20 januar kemur Fólkaflokkurin ikki upp á tal sum samgongufelagið hjá Tjóðveldisflokkinum, uttan at flokkurin tekur greiða frástøðu frá lógarbrotunum hjá løgmanni.
? Fólkaflokkurin má gera upp við Anfinn, um vit skulu gera eitt møguligt samgongusamstarv við Fólkaflokkin, sigur formaður Tjóðveldisfloksins
Høgni Hoydal vísir á, at tað ber ikki til at landsins leiðarar verja lógarbrot, tí so er grundarlagi fyri fyri stríðnum fyri sjálvsræði tikið burtur. Spurdur, um hvussu langt Tjóðveldisflokkurin vil fara fyri at tryggja, at álitið á politisku skipanini verður varðveitt, svarar Høgni, at Tjóðveldisflokkurin hevur ongar ætlanir um at døma ávísar persónar, tí tað hava vit eina rættarskipan til.
?Verður eitt lógarbrot staðfest og viðkomandi persónur viðgongur lógarbroti, so má minsta krav verða, at viðkomandi ikki sigur ósatt um brotið. Tað er alneyðugt, at greið frástøðu verður tikin frá lógarbrotum, og vit í flokkinum hava tikið líknandi mál upp, tí vit meta tað er týdningarmikið, at ein tekur sjálvsábyrgd, greiðir Høgni Hoydal frá.
Lokomotivið
Tjóðveldisflokkurin dylir ikki fyri, at løgtingsvalið 20. januar er eitt greitt val um framtíðina hjá Føroyum. Hóast valið stendur millum loysing og samband, so vil Tjóðveldisflokkurin ikki útihýsa møguleikanum fyri einum møguligum samgongusamstarvi við Sambandsflokkin.
? Vit útihýsa ikki nøkrum flokkin. Avgerandi fyri okkum er, at sjálvsstýristilgongdin heldur fram. Vit vilja savna allir sjálvsstýriskreftir í landinum, og draga hinar flokkarnar við okkum á sjálvsstýriskós, sigur Høgni Hoydal.
Hann leggur afturat, at flokkurin vil arbeiða miðvíst fyri, at yvirtøkulógin verður gjøgnumførd, og at Grundlógin kemur út til fólkaatkvøðu.
Kemur Sambandsflokkurin upp á tal?
Vit eru lokomotivið í sjálvsstýrismálum í føroyskum politikki, og Sambandsflokkurin kann koma upp á tal, men tað veldst sjálvsagt um, hvat teir vilja á sjálvsstýrisleið. Sjálvsstýrismálið er framvegis alt avgerandi spurningurin hjá okkum, sigur formaður Tjóðveldisfloksins.
Greiðan vinnupolitikk
Høgni Hoydal ásannar, at vinnupolitikkurin hjá Tjóðveldisflokkinum er broyttur nakað, síðan seinasta valskeið. Hann sigur, at flokkurin hevur fyri stuttum endurskoðað stevnuskránna, og tað hevði millum annað við sær, at flokkurin hevur valt eina nýggja vinnupolitiska kós. Í valskránni tekur flokkurin frástøðu frá politisk stýrdari vinnu. Hóast trýstið fyri at lata einstøkum vinnum stuðul seinasta valskeið, hevur Tjóðveldisflokkurin havt eina greiða støðu í málunum.
Flokkurin vil fyri alt ikki enda aftur í einum politisk stýrdum vinnulívi, har vit nógvar ræðusøgur frá 80 árunum at vísa ár. Tjóðveldisflokkurin ynskir í hesum sambandi eina uppgerð millum vinnuliv og politiska myndugleikan.
- Tað er neyðugt, at vinnan fær greiðar og fastar karmar at arbeiða undir. Vit mugu fyri alt ikki enda í eini politisk stýrdari vinnu, tí politiska uppgávan er ikki at stýra vinnuni, men at geva henni karmar, sigur Høgni Hoydal
Tjóðveldisflokkurin vil í hesum sambandi eisini koma kreppuloysnunum frá
fyrst í nítiárunum til lívs. Flokkurin vil virka fyri, at almennu fyritøkurnar verða einskildar. Her verður millum annað hugsað um Fiskavirking og Føroya Banka, sum bæði áttu at virka undir privatum grundarlag. Høgni Hoydal sigur seg vænta, at ein einskiljing av almennum fyritøkum hevði givið føroyska vinnulívinum nýggjan vøkstur og væl størri dynamikk.
Hart valstríð
Tjóðveldisflokkuin ásannar, at valstríðið hesaferð verður harðari enn nakrantíð. Tað eru nógvir føroyingar sum væntað, at áhaldandi stríðið millum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin farna valskeiðið, møguliga verður aftur at síggja undir valstríðnum. Høgni Hoydal sigur, at ein kann altíð hava óttað fyri, at stríðið millum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin verður tikið fram og nýtt í valstríðnum, men hann vónar kortini ikki at so verður.
?Vit hava lagt eina greiða valskrá fram, og tað verður sjálvsagt eftir henni, at flokkurin fer at virka eftir í valstríðnum. Vit hava ongar ætlanir um at viðgera ávisar persónar undir valstríðnum, sigur Høgni Hoydal at enda.