Forskúlaprátið

Allan Mortensen, námsfrøðingur í skúlastovuni Løkin á Dagstovninum Birkilund
-----

Eg eri námsfrøðingur, og arbeiði í einari skúlastovu sum er fyri 6 ára gomul børn á Dagstovninum Birkilund.
Áðrenn vit byrjaðu upp á okkara skúlastovu, keddu tey elstu børnini seg í barnagarðinum, tey fingu ikki aldurssvarandi avbjóðingar, av tí simplu orsøk, at har vóru so nógv yngri børn, ið starvsfólkini máttu taka atlit til, tá tey skipaðu arbeiðið. Tó sluppu tey elstu børnini í bólk at gera ymiskt saman ein til tveir fyrrapartar um vikuna, og tað var so tað.
Tí skipaðu vit fyri 8 árum síðani fyri at seta á stovn eina stovu til tey 6 ára gomlu burturav. Her kundu tey tá, og kunnu tey enn í dag, fáa aldurssvarandi avbjóðingar av øllum slag. Í skúlastovuni fáa vit tikið hædd fyri tí einstaka barninum, vit fáa loftað hugskotunum og initiativinum hjá teimum einstøku børnunum, og implementera hesi í okkara gerandisdag. Hetta, at vit hava samband við foreldrini hvønn dag, ger, at vit alt fyri eitt kunnu taka atlit til tað sum foreldrini hava upp á hjarta viðvíkjandi gongdini á stovuni, trivnaðinum hjá barninum o.s.fr.
Nakað av tí vit hava á skránni er: dagligar samlingar við sangi, spæli og ymiskum práti, har tey, ið vilja, sleppa til orðana; Stig fyri Stig, svimjing, fimleikarhøll & í skúla einaferð um vikuna; túrar í náttúruna, vitja arbeiðspláss, Skygni 0, uppdagandi skriving, mála, tekna, rørslurúm, rím&ramsur, tónleikur, drama, og nógv nógv annað. Men tað vit leggja størsta dentin á er, at tey menna sínar sosialu førleikar, at tey gerast meiri sjálvbjargin, og sjálvandi at tey trívast, eru glað og hava tað gott.
Sum eg nevndi, so hava vit eisini nakað av formellari læru. Vit brúka ymiskt tilfar, so sum bókina Skygni 0.
Vit eru námsfrøðingar ikki lærarar. Lærarar hava lært at hava formella skipaða frálæru, og tað duga teir heilt víst betri enn vit.
Óformel læra er ein av okkara styrkjum. Vit kunnu hjálpa barninum at læra, tá tað er klárt og hevur áhuga. Vit kunnu implementera læruna inn í spælið og áhugamálini hjá tí einstaka barninum.
Politiskt er tikið støðu til at seta á stovn forskúlar/0.flokk, í øllum førum í Eysturkommunu, har tey hava gjørt sær nakrar royndir, og í Tórshavnar kommunu.
Mær hevði dámt best, at allir partar vóru við í arbeiðinum, at finna fram til hvør leisturin skal verða fyri hesum børnunum í forskúlaaldri framyvir. Ein partur, ið ikki er nógv at hoyra til, eru vit, ið arbeiða við hesum árganginum á dagstovnaøkinum. Vit hava kanska ikki bjóðað okkum nokk fram, men tað er ikki tí, at vit ikki halda at okkara arbeiði er týdningarmikið og mennandi fyri børnini. Okkara royndir vísa okkum, at okkara arbeiðsháttur riggar og ger mun, og vit meta at hetta er vegurin fram.
Ein møguleiki kundi til dømis verði, at øll 6 ára gomul børn komu á ein stovn sum okkara og gingið í skúlastovu. Ein lærari kundi havt tilknýti til tann einstaka stovnin og komið har at undirvíst í einar tveir skúlatímar um dagin. So høvdu vit á stovninum sæð, hvat børnini lærdu, og kundu ment teir førleikarnar hjá børnunum undir meiri óformellum umstøðum á stovninum, m.a. við at skapa karmar ið birta uppundir eitt ávíst slag av spæli ella aktiviteti. Av tí at vit hava børnini allan dagin, hava vit betri møguleikar enn ein lærari at taka atlit til tað einstaka barnið. Vit hava betri møguleika at møta barninum, har tað er og hjálpa tí út frá tí støðið tað er á, og út frá tí tað vísir áhuga fyri júst nú.
Nakað av tí eg sum námsfrøðingur stúri fyri viðvíkjandi einum forskúla er, at eftir skúlatíð skulu børnini í frítíðarskúla. Nógvir námsfrøðingar og hjálparfólk í frítíðarskúlum gera eitt gott arbeiði, tað er ikki tað, sum er galið. Tað eru heldur umstøðurnar og tíðin til tað einstaka barnið. Normeringin av starvsfólkum til frítíðarskúlan er væl minni enn til barnagarðin, har eru nógv og størri børn, nú heilt upp í 3. flokk, og eg meti ikki, at tú kanst stimbra tey 6 ára gomlu børnini á ein nøktandi hátt, og givið teimum ta umsorgan, tey hava brúk fyri, undir teimum fyritreytum, ið eru galdandi í einum frítíðarskúla, sum nú er.
Útbúgvingarnar til lærara og til námsfrøðing verða báðar tiknar á Fróðskaparsetur Føroya. Læraralesandi og námsfrøðislesandi hava fleiri felagslærarar, taka ymsar lærugreinar saman og enda eftir 4 árum við einari útbúgving á Bachelor støði.
Fyri at fáa fulla nyttu burturúr báðum útbúgvingunum er tað umráðandi, at tað verður eitt javnmett samstarv um arbeiðið við børnunum. Eitt starv sum hjálparlærari er ikki eitt javnmett samstarv í mínari verð.
Vit ynskja øll tað besta fyri børnini. Foreldur, lærarar og námsfrøðingar. Fyri at framtíðin hjá børnunum skal verða so góð sum gjørligt, er tað neyðugt við góðum og konstruktivum samstarvið millum okkum øll. At skunda ein forskúla ígjøgnum politiskt uttan at allur viðkomandi fakligur kunnleiki verður ein partur av fyrireikingunum meti eg ikki, er tað besta fyri børnini.