Hetta er í hvussu so er ikki í trá við tað, sum løgmaður sigur verða tann politiska veruleikan, nevniliga at stórur meiriluti er ímóti ES limaskapi.
Jú gamaní, um vit fara í Løgtingið at spyrja, so eru ivaleyst fleiri ímóti enn fyri, ikki tí at høvdið verður brúkt, men kanska meira hjarta og tvíhaldan um maktina hjá ávísum flokki um eitt ávíst vinnuligt øki.
Hvør er so politiski veruleiki føroyinga viðv. ES?
Tað vita vit als ikki!! Menn gita ístaðin fyri at taka um “ondets rod” og fáa greiðu á teimum vitalu spurningum sum eru m.a.
1.Hvørjar karmar koma vit at hava í ES samveldinum sum ES limur, ið er partur av Ríkisfelagsskapinum
2.Hvørjar karmar koma vit at hava í ES samveldinum sum limur við Fullveldið
Tá vit hava fingið m. a. hetta avklárað, saman við mongum ørðum spurningum, og harvið fingið kortlagt fyrimunir og vansar og fingið greiðu á okkara ivamálum, so eigur føroyski veljarin at fáa endaligu avgerðina.
Spurningar sum standa ósvaraðir eru millum annað:
Fiskivinnupolitikkin – kunnu vit fáa seravtalu í ávíst tíðarskeið ella ei
Útbúgvingarmøguleikar
Ferðavinnan/upplivingarvinnan
Heilsuverk og heilsutænastur
Marknaðaratgongdir kring í heiminum
Gransking og granskingarverkætlanir sum vit kundu verið við í
Møguleikar okkara í rammuprogramminum hjá ES
KT og Fjarskiftisvinnan
Umhvørvispolitikkur
Osfr., osfr.
Partapolitisk seráhugamál størsta forðingin fyri einari viðger og opnari debat um málið.
Hví kemur fjáltur á menn tá orðið ES verður nevnt?
Hví ber ikki til í einum samfelag sum Føroyar at kjakast seriøst um ES limaskap og tað sum har við fylgir av fyrimunum og vansum og fáa lýst tey ymsu økini so vanliga fólkið eisini skilir hvat tað inniber?
Hví fer t. d . Fólkaflokkurin í svart bara orðið verður nevnt??
Hví vil Javnaðarflokkurin ikki sum arðir norðurlendskir brøðraflokkar, við opnum sinni fara inn í viðgerðina av hesum málið, men ístaðin í blindum søkir eftir EFTA limaskapið- fyri umvegis at fáa atgongd til ES?
Hví er bara ein lítil fraktión av Tjóðveldisflokkinum opin fyri at tosað um hetta mál?
Er tað tí at teir eru bangnir fyri at missað “suverenitetin” longur úr eygsjón?
Hví er Sambandsflokkurin einasti flokkur á løgtingið sum vil seriøst viðgera ES limaskap og mælir til hendan?
Sjálvandi tí at Sambandsflokkurin sær, at ES limasskapurin er neyðugur fyri áhaldandi at mennað okkara land og fólk og skapað bestu fortreytir í altjóða høpi og tær fært tú sum limur í ES sam-veldinum.
Fyri vinnu okkara vildu allar marknaðarforðingar verið burtur, fríhandilsavtalur í hópatalið og harvið opin marknaðaratgond til 90 lond og bilateralar avtalur við ca. 20 onnur lond.
Fiskivinnan sýnist sum størsti trupuleikin fyri at tosað um ES.
Fiskivinnan eigur ikki av verða forðingin fyri at vit fara í holt við at seta hol á hesa debat, men hvørja fer tosað verður um ES so verður sagt at okkara fiskivinnað tá er slept upp fyri skutil til arðar at válka sær við??
Hvør sigur at tað ikki verða nógv størri møguleikar fyri okkum sum fiskivinnutjóð í ES høpi?
Hvat við visjón 2015 vinnupolitikkinum sum samgaongan arbeiðir við, - er hann møguligur at gjøgnumføra um vit ikki hugsað stórt ??
Eg loyvið mær at ivast.
Vit eiga at verða politiskt búnir nokk til eisini at tora at seta ES kjakið á breddan ongantí ov skjótt, um vit vilja verða eitt av heimsins bestu londum at búgva í 2015.










