oktober. Hvussu leingi tey gomlu beinini (!) orka at halda á er jú ikki til at siga, men møguleikin fyri einum drúgvum kvøldi er til staðar, tí dansurin byrjar klokkan 21.30 fríggjakvøldið og endar ikki [...] hetta kvøldið eisini er fríkort til Mimir! Atgongumerkini ganga eisini, sum heit breyð. Leygarkvøldið er longu útselt, meðan tað enn eru nøkur atgongumerkir eftir til fríggjakvøldið og sunnukvøldið. Birgar [...] Men at hugsa sær, at hetta tónleikaliga afturhvarvi fór at halda á í so mong ár, kom neyvan nøkrum til hugs tá seinast í sjeyti-árunum. Tí tá Skansastova byrjaði við sínum konsertum byrjaði ein dilla, sum
vestureuropeiskum landi. NÚVERANDI samgonga sær út til at hava fingið talvborðið upp á pláss aftur. Fyrrverandi formaðurin í oljuráðleggingarnevndini er komin inn í hitan aftur. Vit hava fingið ein oljumálaráðharra [...] unum. Sum í veruligum talvi, so eru fyrstu leikirnir av ógvuliga stórum týdningi. Landsstýrið, ið var til 1994, opnaði føroyska oljutalvið. Hetta gjørdi landsstýrið, hóast ógvusligar umstøður, bæði miðvíst [...] úteftir. Hetta eydnaðist við góðum úrsliti, so fyrstu leikirnir í føroyska oljutalvinum eydnaðust til fulnar. Í 1997 skuldi so sambandsløgmaðurin telva víðari. Í ráðaloysi gjørdi hann, sum so mangur vánaligur
høvi til at taka altjóða royndir til sín. Um Jákup so hevði verið skaddur ella leikbannaður, so hevði eg altíð verið klárur at traðka til, sigur Jens Martin Knudsen. Málverjin hjá Leiftri er komin heim [...] at hann verður í Føroyum teir báðu næstu mánaðirnar. ? Tað heevur verið uppá tal, at eg skal fara til okkurt lið longri suðuri í Europa, og hetta er framvegis uppá tal, men tað tykist ikki, sum nakað spyrst [...] yvir at kanna, um tgeir eru nóg góðir at styrkja um liðið hjá Leiftri. Møguliga skal Jnes Martin við til Suðuramerika. So tað tykist ikki, at fyrrverandi GÍ málverjin fer at sita og bína, nú okkurt bendir
tá ið kreppan kom og hann er ongantíð komin í rætt lag aftur. Fólk bíleggja nógv seinni í dag í mun til fyrr. Tey bíða til tey detta um okkurt bíligt tilboð og til prísirnir fara niður. - Meirvirðisgjaldið [...] í Hoyvík er millum størstu bøndurnar í Føroyum. Festið er seks merkur við 300 áseyðum. Nú vit eru komin út í miðan oktober hevur hann flett um tveir triðingar av tí, ið flettast skal, men Hanus letur ikki [...] Av tí at skinnprísurin er so lágur í ár fara nógv at koyra skinnini burtur heldur enn at lata inn til tey, ið taka ímóti. - Í fjør fekst 50 kr. fyri skinnið, men í ár bara 5 kr. Tað fer tí ikki at loysa
hesar avtalur endurskoðast, og tað kann henda, at feløgini til ta tíð hava funnið fram til eina ætlan at leggja oljuleiðing frá feltunum til annan av terminalunum. So er spurningurin, hvør terminalur verður [...] sær av teimum flestu av skipunum, sum leggja inn til Lerwick í Hetlandi. Eins og í Føroyum veksur talið á stórum ferðamannaskipum, sum leggja leiðina til Hetlands. Fyritøkan hjá Iain Tulloch er umboð fyri [...] seismikkskipunum av og á til Lerwick eftir vørum og tænastum og fyri at skifta manning. Talan er eisini um Hay & Company umsitur eisini loftvegis flutningin av oljufólki og góðsi til oljuvinnuna. Tað er greitt
StÍF-liðið helst ikki er so sterkt sum í fjør. Ein avgerandi vend í dystinum kom, tá fyrri hálvleikur var komin í helvt. Tá varð Sveinbjørn Poulsen vístur út á bonkin í tveir minuttir, og hetta oyðilegði nakað [...] skutu 18 mál sínámillum. Ikki heilt nøgdir við verjuspælið Føroyameistararnir seinastu tvey árini fóru til hálvleiks við eini 13-11 leiðslu, og í seinna hálvleiki fingu teir meira glið á spælið hjá sær. Fyrri [...] merktur av feilum frá báðum pørtum, og nógvir bóltar vórðu blakaðir útav vøllinum. VÍF skifti ofta upp til tríggjar mans út, tá teir skiftu millum álop og verju, og tað gekk út yvir kontraálopini, sum ongantíð
bleiv at enda føroyameistari, meðan liðið hjá Stjørnuni lá í niðara enda. Tí var Kyndil favorittur til at vinna sunnudagin, tá liðini settu hol á sína landskapping í ár. Men tað vísti seg skjótt, at fa [...] flestu skotini hjá Lotte Sørensen og Ann Hansen, og á miðjuni stýrdi Sólvá Eystberg og spældi nógv upp til skjúttarnar Anniku Johansen og Simonu Hansen. Tað vísti seg enn einaferð, at Kyndil ikki hevur nakran [...] dystinum var stórur saknur í einum tílíkum. Eisini gekk striltið at fáa vengurnar við. Tað bleiv bert til spæl aftur og fram millum spælararnar mitt fyri, og so endaði tað við, at antin Lotte ella Ann skeyt
dóttrini, tí eingin var at avloysa hann. Trupulleikin var tó loystur, við at onkur varð framfluttur til hægri starv, so hesin kundi avloysa. Nógvir føroyingar hava millum ár og dag siglt í flotanum hjá A [...] Svendborg, ið stendur fyri lýsinigini í blaðnum leygardagin, har Maersk søkir eftir fólki at útbúgva seg til yvirmenn í flotanum hjá A.P. Møller. Tveir føroyingar hava longu søkt um upptøku, men vit síggja sera [...] fingu ikki so nógv børn umleið 1980. Vanliga koma eini 90 túsund ung úr skúlanum árliga. Nú eru bert komin umleið 60 túsund, sigur J.H. Frederiksen, ið leggur afturat, at nærum einki arbeiðsloysi er, so nógv
sindur um byrjanarstøðið í 1990, tá vit høvdu eina stak góða verju, sum kempaði væl og sum var við til tá at geva okkum nøkur góð úrslit. ? Síðani tá hava vit undir Allani havt eitt kanska meira framrættað [...] hevur knípt við at halda tætt aftur í verjuni, heldur Magni Arge, sum eisini vísir á, at Allan nú er komin í eina útviklingsfasu, har hann rættuliga hevur fingið typt verjuna. ? Megna vit at halda fast um
túsundtals av ungum kring allan heim, sum síggja upp til teirra, og tí skulu stjørnurnar verða verdugar at síggja upp til. Uttan iva eru tað nógv, sum til dømis hava eitt nú Liam Gallagher úr Oasis sum fyrimynd [...] líkjast sínum fyrimyndum, tá ið tað kemur til klæðir. At stjørnurnar hava nógvar pengar at keypa dýr klæðir fyri er klárt, men tað eru ikki øll foreldur, sum hava ráð til at keypa teirra børnum slík klæðir, [...] ger, at talan nærmast verður um eina avgudadyrkan. Tað finnast óteljandi dømir um, at ungfólk eru komin illa fyri, tí at tey hava lagt so nógva orku í at "dyrka" sínar fyrimyndir. Góða ávirkan Tær flestu