- Talan er um yvirmannaútbúgving, ið tekur um 6 ár í alt. Veljast kann ímillum maskinaspirant, stýrimansaspirant ella offiseraspirant, sigur Hans Christian Orloff Petersen.
Velur ein tað síðsta merkir tað, bíðast kann í fyrsta umfari við at velja hvønn veg ein ætlar at fara.
- Føroyingar eru hjartaliga vælkomnir at søkja og vit vilja fegin hava føroyingar at søkja, tí tilgongdin av føroyingum síðstu árini hevur verið alt ov lítil, sigur Orloff Petersen.
Tørvurin stórur
Sum skilst, er tørvurin á yvirmonnum í danska flotanum stórur og ungum føroyingum stendur í boði eitt gott leiðarastarv við m.a. møguleikum og góðari løn og pensiónsskipan.
Navigatør skrivar, at tørvurin er so lemjandi, at brúk er fyri 300 næmingum her og nú.
Víðari verður sagt, at tørvurin óivað er størri enn hetta og at vinnan má taka sær um reiggj og fáa skipaði viðurskifti hesum viðvíkjandi.
Mundi ikki sloppið heim
Tørvurin á yvirmonnum er lemjandi. Hvørki vinnan sum heild ella einstøku reiðaríini fjala hetta.
Herfyri hoyrdist eisini um føroyskan yvirmann í danska flotanum, ið ikki mundi sloppið heim í konfirmatión hjá dóttrini, tí eingin var at avloysa hann.
Trupulleikin var tó loystur, við at onkur varð framfluttur til hægri starv, so hesin kundi avloysa.
Nógvir føroyingar hava millum ár og dag siglt í flotanum hjá A.P.Møller. Nú hevur so eitt nýtt ættarlið møguleikan og útlitini at sleppa inn á útbúgvingarnar tykjast vera góð, tí útbúgvingarstøðunum tørvar næmingar og flotin sigur seg fegnast um føroyingar millum umsøkjararnar.
- Okkum tørvar 180 næmingar komandi ár
Heta sigur J.H. Frederiksen frá Maersk Training Centre A/S í Svendborg, ið stendur fyri lýsinigini í blaðnum leygardagin, har Maersk søkir eftir fólki at útbúgva seg til yvirmenn í flotanum hjá A.P. Møller.
Tveir føroyingar hava longu søkt um upptøku, men vit síggja sera fegin fleiri føroyskar umsøkjarar, sigur J.H. Frederiksen
Dagfinn Olsen
Okkum tørvar 180 næmingar komandi ár. Hetta er talið, ið vit vanliga hava brúk fyri, tó at talið kann vera ymiskt, alt eftir hvussu gongur í vinnuni, sigur J.H. Frederiksen.
- Vit eru vanliga 1 ella 2 ferðir í Føroyum fyri at hitta tey, ið søkja inn hjá okkum. Enn hava bert 2 føroyingar søkt, so vónandi søkja fleiri, nú vit hava lýst eftir fólki, sigur J.H. Frederiksen, ið leggur afturat, at fá ung eru á arbeiðsmarknaðinum júst nú.
Færri ung
- Fólk fingu ikki so nógv børn umleið 1980. Vanliga koma eini 90 túsund ung úr skúlanum árliga. Nú eru bert komin umleið 60 túsund, sigur J.H. Frederiksen, ið leggur afturat, at nærum einki arbeiðsloysi er, so nógv eru, ið vilja hava fatur á teimum ungu.
J.H. Frederiksen sigur, at tey fegin síggja føroyingar millum umsøkjararnar. Hann leggur tó dent á, at øll verða viðgjørd líka og at føroyingar kappast á jøvnum føti við onnur. Tó er tað eingin loyna, at nógvir føroyingar hava siglt og sigla hjá A.P. Møller og trívast væl. Somuleiðis sigur J.H. Frederiksen, at fyritøkan altíð hevur verið sera fegin um føroysku starvsfólkini.
Útbúgvingin
J.H. Frederiksen sigur, at tað kanska er rætt, at útbúgvingin tekur 6 ár, men heilt soleiðis heldur hann tó ikki tað kann sigast.
Talan er nevniliga ikki um skúlagongd alla tíðina. Í faldara, ið fæst frá Maersk Training Centre verður gjølla greitt frá, hvussu útbúgvingarskeiðið er lutað sundur. Her sæst, at m.a. praktikk, har næmingurin siglir úti, er partur av gongdini. Eisini er útbúgvingin býtt í junior- og senior skeið.
- Junior skeiðið er 4 1/2 ár, harav sigling er við og so kann farast víðari, sigur J.H. Frederiksen, ið ikki heldur siglingina at kunnað metast sum beinleiðis útbúgvingartíð, tí næmingurin tá mynstrar umborð sum sjómaður.
Hevur ein áhuga í hesum so er at ogna sær faldaran frá MTC. Nágreiniliga fæst at vita um viðurskiftini við at lesa faldaran, ið eisini upplýsir um lønarviðurskiftir og býli, meðan ein er undir útbúgving.