Hanus Vang á Vatnaskørðum í Hoyvík er millum størstu bøndurnar í Føroyum. Festið er seks merkur við 300 áseyðum. Nú vit eru komin út í miðan oktober hevur hann flett um tveir triðingar av tí, ið flettast skal, men Hanus letur ikki væl at vektini í ár.
- Í miðal er vektin 2-3 pund minni enn í fjør. Orsøkin er helst, at juni mánaði var ógvuliga kaldur. Grasið er nógv í ár, og nøkur lomb eru rættiliga góð, men sum heild er vektin minni, sigur Hanus Vang.
Meginparturin verður seldur, og tað gongur væl at sleppa av við kjøtið, men eftirspurningurin er øðrvísi enn fyrr.
- Allur marknaðurin broyttist, tá ið kreppan kom og hann er ongantíð komin í rætt lag aftur. Fólk bíleggja nógv seinni í dag í mun til fyrr. Tey bíða til tey detta um okkurt bíligt tilboð og til prísirnir fara niður.
- Meirvirðisgjaldið, sum kom í 1993, hevur eisini órógvað nógv. Tá sluppu tey, ið hava færri enn 20 seyðir og tí ikki hava bókhaldsskyldu, undan at rinda meirvirðisgjald av søluni. Tí kundu tey selja kjøtið bíligari enn vit, ið liva av tí. Hetta er broytt nú, men tað hevur havt eina ávirkan á søluna, sigur Hanus Vang.
Skoyta ikki um
Gongst væl at sleppa av við kjøt, er verri statt við avroði. Og tað sum ikki slepst av við verður koyrt burtur.
- Fólk halda tað er ov nógv stríð at fáast við avroð. Tað er meiri lokkandi at keypa new zealendsk hjørtu úr keypsdiskinum, tað er minni stríð og dálkar minni frá sær. Løgið er tað kortini, tí tá ið 5000 fólk búðu í Føroyum varð alt brúkt og nú vit eru 10 ferðir so nógv verður koyrt burtur, sigur Hanus Vang.
Skilið er ikki frægari við skinnunum, heldur Hanus Vang. Av tí at skinnprísurin er so lágur í ár fara nógv at koyra skinnini burtur heldur enn at lata inn til tey, ið taka ímóti.
- Í fjør fekst 50 kr. fyri skinnið, men í ár bara 5 kr. Tað fer tí ikki at loysa seg at gera annað at blaka burtur, sigur Hanus Vang.
Seyður yvirkoyrdur
Festið hjá bóndanum á Vatnaskørðum er í Hoyvík og millum Hvítanes og Sund, har landsvegurin er. Og á landsvegnum er sum vera man ógvuliga nógv ferðsla. Á hvørjum ári missur Hanus Vang 30 seyðir, sum verða yvirkoyrdir.
- Í fjør vórðu 15 ær, sum skuldu lemba, yvirkoyrdar frá 1. nov. til 1. mai. Av tí at bert tey fægstu siga frá, tá ið tey koyra ein seyð yvir, fái eg bert ein lítlan part aftur í endurgjaldi. Endurgjaldsvirðið er 40.000 kr., men eg fái bert um fjórðingin, sigur Hanus Vang.
Í prinsippinum er tað Landsverkfrøðingurin sum eigur hegnskyldu, tá ið tað er hann, sum hevur gjørt veg ígjøgnum hagan hjá Hanusi.
- Talan er um 7 km. av vegi í bæði borð og eg makti ikki at halda hegnið. Umframt eru tað 5 km á Oyggjarvegnum, har tað sama er galdandi. Men her er einki at gera, og hóast tað er lívshættisligt fyri ferðsluna. Ofta er seyður beinleiðis ella óbeinleiðis orsøkin til ferðsluóhapp, sigur Hanus Vang.