Iain Tulloch er stjóri í skips-meklara- og umboðsfyritøkuni ?Hay & Company?, ið er ein av teimum stóru fyritøkunum í Hetlandi. Fyritøkan tekur sær av teimum flestu av skipunum, sum leggja inn til Lerwick í Hetlandi. Eins og í Føroyum veksur talið á stórum ferðamannaskipum, sum leggja leiðina til Hetlands. Fyritøkan hjá Iain Tulloch er umboð fyri mong av hesum skipunum, men haraftrat hava teir úr at gera við at taka sær av teimum mongu seismikkskipunum, sum gera kanningar á Atlantsmótinum millum Hetland og Føroyar. Lerwick liggur sera væl fyri í so máta, og tí koma flestu av seismikkskipunum av og á til Lerwick eftir vørum og tænastum og fyri at skifta manning. Talan er eisini um Hay & Company umsitur eisini loftvegis flutningin av oljufólki og góðsi til oljuvinnuna.
Tað er greitt, at fleiri av seismikkskipunum, sum arbeiða í føroyskum sjógvi, brúka Lerwick sum útgerðarhavn. Nógv av útgerðini, sum verður brúkt í seismikkanningunum, verður send úr Stavanger og Aberdeen og løgd á goymslu í Lerwick, haðani seismikkskipini síðani koma eftir útgerðini.
Ian Tulloch hitti undir vitjan síni í Føroyum umboð fyri vinnulív og myndugleikar.
Hann sigur, at tað hevði verið ynskiligt at fingið eitt joint-venture samarbeiði við føroyskar fyritøkur, nú oljuvinnan tykist taka dyk á seg á leiðunum millum Hetland og Føroyar.
-Her um okkara leiðir hevur verið eitt stórt virksemi í mong mong ár, og sjálvandi hava vit onkrar royndir, sum tit í Føroyum - nú leitingin skjótt fer í gongd - kunnu fáa gagn av sigur Iain Tulloch. Hann sær fegin, at tættari samstarv verður knýtt millum Hetland og Føroyar, sum í ávísan mun eru meinlík, tó at hann sær møguleikarnar hjá føroyingum at vera nógv størri og betri enn teir nakrantíð hava verið hjá hetlendingum.
Føroyar í betri støðu
-Samanbera vit hesi bæði oyggjalondini við atliti til eina oljuvinnu, er greitt, at tit sum tjóð hava nógv betri møguleikar at fáa nakað burtur úr hesi vinnu enn vit í Hetlandi hava havt tað og hava tað framvegis.
Iain Tulloch er ikki sørt hugtikin av, hvussu væl føroyingar hava dugað at bygt upp landið, og heldur hann, at ein orsøkin til, at Føroyar í mongum eru so nógv fremri enn Hetland er fjarstøðan og tilknýtið til ?móðurlandið? sum hann málber seg.
-Vit í Hetlandi eru sera tætt knýttir av London og verða í nógvum stýrdir haðani. Meðan tit í Føroyum við tykkara fjarstøðu frá Danmark og við tykkara sjálvbjargnistrongd hava megnað at stýra útvikl-inginum sjálvir, uttan at Keypmannahavn alla tíðina skal verða spurt eftir. Hetta er nakað, sum vit í Hetlandi øvunda tykkum.
Umframt at vera stjóri í Hay-fyritøkuni, so stendur Iain Tulloch eisini á odda fyri felagsskapinum av oljufyritøkum í Hetlandi.
-Umboð fyri okkara felagsskap ?Shetland Oil Industri Group?, hava fleiri ferðir vitjað í Føroyum og kunnað seg við viðurskiftini her. Vit hava drúgvar royndir,nú oljuvinnan hevur verið í Hetlandi síðani fyrst í 70-unum. Fyri tykkum er hetta ein heilt nýggj vinna, og tí haldi eg tað kundi verið áhugavert at fingið eitt samstarv í lag, har tit m.a. kundu lært av okkara royndum, tá talan er um at fara væl við tí umhvørvinum og annars samfelagnum og her ikki minst íbúgvunum sum heild sigur Iain Tulloch og heldur fram:
-Men sum eg longu havi sagt, so eru tit í ein betri støðu enn vit, tí tit tykjast at stýra øllum útviklinginum sjálvir, meðan vit bert eru ein partur av Bretlandi. Vit hava verið noyddir til at gera sum stjórnin í London og lutvíst oljufeløguni hava sagt.
Oljan stóran týdning
Iain Tulloch heldur tó ikki, at fólkið í Hetlandi hevur orsøk til at vera ónøgt við útviklingin, sum hevur verið í oljuvinnuni. M.a. varð fyrsti stóri oljuterminalurin í Bretlandi bygdur í Sullom Voe. Eisini útgerðarhavn og flogvøllur eru komin í kjalarvørrinum á oljuni, so Hetland hevur fingið nógv burtur úr oljuni.
-Men nú er hetta við at broytast. Tøkniligi útviklingurin hevur verið so stórur, at vit í dag mugu góðtaka, at tað mesta av supplyvirkseminum verður gjørt út frá havnunum í Aberdeen og Peterhead. Tí er supplyvirksemið í Hetlandi nógv minkað. Nakað hevur tó verið í sambandi við útbyggingarnar á Foinaven og Schiehallion-feltunum vestan fyri Hetland.
Tað var annars tann tíð, tá fleiri av heimsins størstu oljufeløgum, eitt nú BP, Shell og Chevron høvdu skrivstovur í Lerwick og høvdu stóran týdning fyri virksemið í Hetlandi. Nú eru flestu av skrivstovunum afturlatnar, og herfyri snaraði Shell sum tað seinasta oljufelagið lykilin. Teir hava annars havt eina støð í Hetlandi síðani 1972.
Tíðirnar eru broyttar, og tað er vorðið lættari og bíligari fyri stóru oljufeløgini at brúka Aberdeen sum útgerðarhavn. Eisini broytingin frá at brúka teir traditionellu oljupallarnar til tey nýggju og stóru framleiðslu- og goymsluskipini hevur havt við sær, at nógv av arbeiðinum, sum áður varð gjørt á landi, sum bygging av modulum ol. er ikki neyðugt longur. Skipini verða bygd og liðugt útgjørd á skipasmiðjum fyri síðani at verða løgd fyri akkerð á oljufeltunum í 10 til 20 ár. Harvið er ikki sagt, at oljuævintýrið er av fyri hetlendingar.
Talan er bara um eina nýggja tíð, og so skjótt virksemið økist vestan fyri Hetland, so verða støðirnar í Hetlandi eisini meira áhugaverdar. Í løtuni eru tað so serstakliga seismikkskipini, sum eru kjarnin í virkseminum.
Hóast oljuvinnan er nógv broytt hesi seinastu 25 árini, síðani fyrsta oljan kom í land í Hetlandi, so hevur oljan framvegis stóran týdning fyri búskapin, og her er tað ikki minst oljuterminalurin í Sullom Voe, sum gevur pengar. Øll oljan frá nýggja oljufeltinum Schiehallion á Atlantsmótinum verður løgd upp í Sullom Voe. Mynd-ugleikarnir fáa rættiliga fitt av pengum fyri hvørja tunnu av olju, sum verður løgd upp her.
Oljuleiting við Føroyar
Hetlendingar eru sera spentir um gongdina vestan fyri oyggjarnar, tí oljufeløgini gera stórar íløgur í at finna olju og gass í hesum økinum. Tað hevur m.a verið frammi, nú so nógv gass er funnið á leiðunum vestan fyri Hetland, at tað møguliga kann vera lønandi at leggja leiðingar frá feltunum og til Sullom Voe. Hetlendingar hava eisini boðið sær til at taka ímóti olju og gassi frá møguligum føroyskum keldum.
Iain Tulloch vísir á, at BP og Shell hava valt at leggja oljuna frá Foinaven upp í Flotta á Orknoyggjunum og oljuna frá Schiehallion upp í Sullom Voe í Hetlandi. Men um fimm ár skulu hesar avtalur endurskoðast, og tað kann henda, at feløgini til ta tíð hava funnið fram til eina ætlan at leggja oljuleiðing frá feltunum til annan av terminalunum. So er spurningurin, hvør terminalur verður valdur. Av tí at oljuøkini liggja nærri Hetlandi og at eisini risastóra oljukeldan Clair liggur í hesum økinum, vóna hetlendingar, at framtíðar oljuleiðing frá olju- og gassfeltunum á Atlantsmótinum kemur at ganga til Sullom Voe, sum eisini er stytsta leiðin.
Føroyska oljan
Hvat viðvíkur gongdini í Føroyum so heldur Iain Tulloch, at tað sjálvandi er upp til okkum, um vit vilja byggja ein terminal í Føroyum ella flyta oljuna til Sullom Voe. Ein annar møguleiki, sum kann blíva meira aktuellur í framtíðini, er tann, at oljan verður avskipað frá feltunum og flutt beinleiðis til raffinaríir á meginlandinum.
Iain Tulloch er ikki í iva um, at oljan fer at vera góð fyri Føroyar, men tað veldst eisini, um myndugleikarnir megna at fáa tær røttu avtalurnar.
-Tá oljufeløgini komu til Hetlands í síni tíð var oljuprísurin tvífalt so høgur sum í dag. Vit settu pengar í grunnar og gjørdu íløgur í vegir og í vinnulívið. Eisini hava pengar verið brúktir til at menna fiskivinnuna.
Iain Tulloch sigur, at tað hava sjálvandi eisini verið myrkar síður við oljuvinnuni og her sipar hann m.a. til, at mong fólk dugdu ikki at handfara so nógvar pengar. Tey fingu sera nógvar pengar, men høvdu ikki gjørt sær greitt, at fyrr ella seinni, so broyttist hetta.
Iain Tulloch sigur, at henda vitjanin í Føroyum verður vónandi ikki tann seinasta. Sjálvur heldur hann, at møguleikarnir fyri, Atlantsmótið verður eitt stórt framtíðar oljuøki, eru stórir. -Vit síggja tað m.a. á tí nógva seismiska virkseminum. Hetta er eitt tekin um, at her finst nógv meira olja enn funnin er higartil. Eg síggi tí eisini, at tað fer at vera tørvur á einum samarbeiði millum Hetland og Føroyar.
Mugu sleppa í Hvíta økið
Eins og mong onnur ikki bert inni á meginlandinum men eisini í Hetlandi, so sær Iain Tulloch fegin, at marknatrætan millum Bretland og Føroyar verður loyst. -Allur oljuídnaðurin bíðar at sleppa í gongd á Atlantsmótinum, og her eru bæði Hvíta Zonan og Føroyaøkið av stórum týdningi, so eg fari inniliga at heita á stjórnirnar í báðum londum at fáa hesi viðurskiftini uppá pláss, soleiðis at ferð kann setast á virksemið.
-Hvat kunnu tit læra okkum?
-Nógv, eri eg vísur í. Tit mugu ansa eftir, at oljufeløgini ikki heilt yvirtaka landið. Tit eiga oyggjarnar, og tað eru tí bara tit sjálvi, sum skulu gera av, hvat skal henda og ikki.
Iain Tulloch heldur tað er umráðandi ikki at lata oljuvirksemið floyma yvir allar oyggjarnar. Hann heldur tað vera rætt at avmarka tað til ávís øki, soleiðis at restin av landinum framhaldandi kann vera sum tað altíð hevur verið - óspolerað av útviklinginum. Eisini hevur tað alstóran týdning, at aðrar vinnur so sum fiskivinnan ikki steðga upp ella verða minni mettar.
Hvat vandanum fyri olju-dálking viðvíkur, so heldur Iain Tulloch, at tað ber til at forða fyri dálking, um tú alla tíðina er varin og ansin. Ein má ongantíð slaka uppá krøvini, sum skulu tryggja eitt reint umhvørvi.
Samanbera við Føroyar og Hetland, so búgva 23.000 fólk í Hetlandi í dag, umleið helvtin av tí, sum býr í Føroyum. Ein triðingur, 8000 fólk, býr í Lerwick.
Sosialurin skilur, at nú Norrøna er farin at sigla upp á Lerwick er ynski um at fáa nakað ítøkiligt burtur úr samstarvinum. Verða fleiri oljukeldur funnar á leiðunum millum báðar oyggjabólkarnar síggja hetlendingar eisini fegnir, at veruliga samvinna kemur burtur úr.
Ella fyri at brúka orðini hjá Iain Tulloch: -Vit hava fyrr havt tætt samstarv, latið okkum kveikja nýtt lív í tað.