Tað er ikki víst, at meiri enn eina viku langa landsferðin verður tann síðsta av hesum slagnum hjá Jens Martini Knudsen, men um tað fer at vísa seg, at metmaðurin ikki fer at megna at sannføra venjaran um, at tað hevði verið eina roynd vert at taka hann í málið aftur, sum hann ikki hevur verið í, síðani hann varð rikin av vøllinum í Estlandi 4. juni, so fer Jens Martin Knudsen ikki at vera við á nógvum landsliðsferðum afturat.
Málverjin hevur ongar ætlanir um at klamsa við hurðunum, og sjálvt um hann ikki heldur, at hann hevur spælt seg av landsliðnum, so góðtekur hann, at Allan Simonsen tykist hava valt at hava Jákup Mikkelsen millum stólparnar. Fyrrapartin í gjár var einki greitt hesum viðvíkjandi, men í føroysku leguni í Vilnius var eingin ivi um, at tað verður Jákup Mikkelsen, sum fyri triðju ferð upp í slag fer at fáa møguleikan.
Strevið
Jens Martin Knudsen hevur verið 44 ferðir í málinum, tá landsliðið hevur verið í altjóða skrásettum stríði, men sjálvur hevur hann altíð talt dystirnar við, sum landsliðið hevur spælt tg.d. í Oyggjaleikunum, og tað eru longu fleiri ár síðani, at hann varð heiðraður fyri 50. landsdystin.
? Eg havi verið við síðani 1988, og tað hevur verið sera spennandi og ein stór avbjóðing. Tey fyrstu árini var alt nýtt og spennandi, men sum árini eru farin, og upplivingarnar eru vornar fleiri, so kennist tað alt meiri strevið at fara avstað. Nú eru tað dystirnir, sum eru stóra avbjóðingin og harvið drívmegin, meðan ferðingin og venjingin er alt meiri slítandi. Um málið og tað, sum er spennandi og avbjóðandi, ikki verður aktuelt, so fari eg at taka meg aftur. Tað skal ikki skiljast soleiðis, at eg ikki verði tøkur hjá venjaranum, um hann roknar við, at hann fer at ha va brúk fyri mær í málinum, men so leingi sum Jákup Mikkelsen er fyrsta valið og ikki er plágaður av skaðum ella leikbannum, so hevði eg hildið, at tað hevði verið nátúrligt, at ein yngri maður fekk møguleikan at sita á beinkinum og harvið fekk høvi til at taka altjóða royndir til sín. Um Jákup so hevði verið skaddur ella leikbannaður, so hevði eg altíð verið klárur at traðka til, sigur Jens Martin Knudsen.
Málverjin hjá Leiftri er komin heim úr Íslandi, og tað er nógv, sum bendir á, at hann verður í Føroyum teir báðu næstu mánaðirnar.
? Tað heevur verið uppá tal, at eg skal fara til okkurt lið longri suðuri í Europa, og hetta er framvegis uppá tal, men tað tykist ikki, sum nakað spyrst burturúr hesum fyrr enn í fyrsta lagið um mánaðarskiftið november/desember.
Samsstarvar við Páll
Jens Martin Knudsen hevur sáttmála við Leiftur fyri alt komandi ár, men hóast teir á Ólafsfirði fara undir aftur venjingina um ein lítlan mánaða, so fer Jens Martin ikki yvir aftur fyrrenn eftir ársskiftið. Fyrsta uppgávan, eftir at landsliðið verður afturkomið úr Skotlandi, verður í Gundadali annað vikuskiftið, tá Leiftur kemur at vitja B36.
Næsta uppgávan verður at hjálpa Páll Guðlaugsson, sum skal taka sær av føroyska U-18 landsliðnum, sum síðst í hesum mánaðinum skal spæla í EM-undankapping í Týskalandi. Umframt vertirnar og Føroyar luttaka eisini Estland og Noreg.
Og so kann tað vera, at landsliðsveteranurin, sum alla tíðina fer at venja fyri at vera klárur, um boð verða eftir honum aðra staðni frá, fer yvir um Atlantshavið. Leiftur hevur fleiri brasilumenn í kikaranum, og tað er upp á tal, atg Páll Guðlaugsson skal yvir at kanna, um tgeir eru nóg góðir at styrkja um liðið hjá Leiftri. Møguliga skal Jnes Martin við til Suðuramerika. So tað tykist ikki, at fyrrverandi GÍ málverjin fer at sita og bína, nú okkurt bendir á, at uttanlanda ferðirnar við landsliðnum fara at fækkast.
Eykamálverji
á ársins liði
Fyri einari góðari viku síðani endaði íslendska fótbóltsárið við einu dysti millum ÍBV, sum bæði vann meistaraheitgi og steypafinaluna, og Leiftur, sum tapti steypafinaluna. Dysturin varð vístur beinleiðis í sjónvarpinum, og aftur hesa ferð vann ÍBV. Leiftur var á odda 1-0 til nakað út í 2. hálvleik, so sást, at mótstøðuliðið var betri mannað, og vestmannaeyingarnir vunnu 2-1.
Aftaná var endahátíð á hotel Íslandi, har allir spælararnir í bestu deildini og teir á uppflytaraliðunum saman við konunum vóru bodnir at vera við.. Telefonverkið, sum er høvuðsstuðul fyri landskappingini, var vertur, og sjónvarpið var á staðnum og sendi beinleiðis. Á skránni var millum annað val og heiðran av ársins spælara, ársins liði, ársins nýggja spælara, ársins dómara og kanska onkrum øðrum eisini.
Jens Martin Knudsen var triðjur í røðini, tá spælararnir kjósaðu besta ársins spælara.Flest stig fekk skotin David Winnie, sum hevur spælt í verjuni hjá KR.
Hóast Jens Martin var besti málverjin í valinum av besta spælara, so fekk hann ikki pláss á ársins liði, sum venjararnirvaldu. Teir valdu ársins nýggja spælara, Ólavur Tór Gunnarsson, sum hev ur vart málið hjá niðurflytarunum IR til málverja, meðan Jens Martin Knudsen fekk plássið á beinkinum. Tað hevur hann eisini í kvøld, tá landsliðið ferf at spæla í Vilnius. Hvussu tað verður í Aberdeen mikukvøldið, veldst millum annað um, hvussu tað fer at gangast hjá Jákupi Mikkelsen í kvøld. Hann hevur sitið á beinkinum mangar ferðirn tey tíggju árini, Føroyar hava verið við í altjóða fótbólti, og tað er heilt víst, at hann eins væl og Jens Martin so nógv heldur vil standa í málinum!