verður um Føroyameistaraskapið og har eru upp 20.000 krónur at vinna Tá ið Norrøna leggur frá bryggju í Havn hóskvøldið 23. apríl, verða uttan iva nógvir sjavsspælarar ímillum ferðafólkið. Tí á hesum túrinum [...] Norrønu ímeðan hon pløgir Atlantshav. Lagt verður til brots við kapping um Føroyameistaraskapið í sjavs og í hesi kappingini eru tilsamans 20.000 krónur at vinna. Tá ið Norrøna fer úr Esbjerg leygardagin
um at byggja eitt tjóðleikhús í Havn, har Tjóðpallur Føroya skal halda til. Men tað verður ikki gjørt enn Tað segði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, tá hann í gjár svaraði einum fyrispurningi [...] byggjumál á mentanarøkinum verða raðfest fyrst, segði Jógvan á Lakjuni í svarinum. Hann ásannaði, at hølisviðurskiftini í meiarínum eru ikki í lagi, men hann kundiikki koma við einum endaligum svari, fyrr enn
AMA og P/F Esmar Simonsen eru farnar í samstarv við FTZ Autodele & Værktøj A/S. Føroysku eykalutafyritøkurnar AMA í Havn og Esmar Simonsen á Kamsdali eru farnar í samstarv við FTZ Autodele & Værktøj A/S [...] heilsølan innan eykalutir til bilar í Danmark. FTZ Autodele & Værktøj A/S er størsta heilsølufyritøkan í Danmark innan eykalutir og amboð til bilar. Fyritøkan hevur 41 deildir í Danmark við meira enn 750 starvsfólkum
mitt inni í Norðoyartunlinum. Vakthavandi á politistøðini greiðir frá, at menninir vóru ísakaldir, tí miðalhitin inni í tunlinum er altíð umleið 5 hitastig. Teir tríggir høvdu verið á veg úr Havn í hýruvogni [...] Í morgun komu fólk fram á tríggjar spillnaknar mans, sum høvdu sett sær fyri at ganga gjøgnum Norðoyartunnilin til Klaksvíkar. Um áttatíðina í morgun ringdi ein kona á politistøðina, tí hon hevði sæð tríggjar [...] bar klæðini hjá øllum. Eftir øllum at døma høvdu teir veddað um at ganga gjøgnum tunnilin. Løgreglan í Klaksvík varð send eftir monnunum, sum síðani vórðu koyrdir til hús. Søgan sigur onki um, hvør vann
Upplýst verður, at bønarløta er hvønn morgun í Ebenezer. Hóast samfelagsstevnan verður hildin í Havn, forðar tað ikki fólki úr øllum landinum at koma til møtini. Í fjør vóru fleiri túsundtals fólk til hesi [...] Árliga samfelagsstevnan í Ebenezer byrjaði mikukvøldið, og heldur í kvøld fram í ítróttarhøllini á Hálsi. Dagurin byrjaði annars við uppbyggingarmøtum fyri løtu síðani og aftur kl. 15, meðan tað evangeliska [...] evangeliska møtið kl. 20 og tiltakið Opið hús kl. 22:30 verða í ítróttarhøllini. Stevnan heldur fram í morgin við einum møti kl. 15, har Óli á Grømma Jacobsen og Poul Færø tala, og aftur kl. 20 og 22:30 har
Kongaminnið í 1882. Kongaminnið varð reist fyri at minna um fyrstu kongavitjanina í Føroyum í 1872. Umframt Kongaminnið, so bygdi Jákup Andreas Arge bæði Amtmansborgina og Býráðshúsið í Havn. Í 1911 lat føroyski [...] Kristin í Geil, sum var blaðstjórið á Tingakrossi, var ein, ið ikki fór væl við fornminninum. Hóast pápin, Djóni í Geil, var ein monnumum aftanfyri byggingina av Kongaminninum, so var Kristin í Geil ikki [...] ikki bangin fyri at vísa sína misnøgd við Kongaminnið. Í blaðnum Tingakrossi góð 25 ár eftir Kongaminnið varð bygt, kallaði hann Kongaminnið fyri "snobbernes obelisk".
Í maj, juni og juli skein sólin í ár 175 tímar meira, enn eitt vanligt føroyskt summar. Mátingar hjá veðurstøðini í Havn vísa, at sóltímarnir hesar tríggjar mánaðirnar í ár vóru heilir 535. Hagtølini hjá [...] 1949, og í hesum tíðarskeiðnum, skulu vit heilt aftur til 1977 fyri at finna tað næst sólríkasta summarið. Tá skein sólin í 458 tímar. Hetta eru kortini 77 sóltímar færri, enn sóltímarnir í ár. Í 1981 vóru [...] Føroyum hetta summarið, sigur hann. Í Danmark hevur veðrið verið óvanliga vánaligt í summar. Orsøkin til hetta er, at nógvir lágtrýststreymar eru farnir yvir Danmark í summar.
hyggjarin sum kanska ikki enn var komin í rættuliga jólahýrin. Eins og í SMS eru tey í Miðbýnum í Havn eisini í jólahýri longu nú. Býrin er skríddur við jólaprýði, og í morgin verður jólatræið á Vaglinum tendrað [...] drongur, sum fekk heiðurin at tendra býin mikudagin klokkan 16. Børnunum dáma væl at hyggja at býnum, sum í ár m. a. hevur trý jólatrø, nakrar harur og seyðir. Eisini eru trý fitt reinsdjór og tvær nissur, ið [...] takast við ymiskt. Býurin hesaferð er nakað minni enn farnu árini, men hann er kortini líka hugnaligur. Í SMS hittu vit eisini onkran hyggjara, sum hevði onkra viðmerking um býin: ? Hann er penur, men hann
varð í evstu løtu gjørdar broytingar í gjár, sum kanska eru broyttar, tá Sosialurin kemur út. Viðoyingar og kunoyingar fáa helst ikki vitjan av forsætisráðharranum, sum upplýst sambært skránni fyrr í vikuni [...] fáar ferðir leygardag, komu gestirnir í tíðarneyð, og kundu tí ikki sleppa rættstundis til Havnar leygarkvøld. Tað seinasta Sosialurin frætti í gjár, var, at ferðin í Norðoyggjar varð av ongum, men at skipað [...] fara við tyrlu úr Havn til Viðarreiðis, men av tí at eingin tyrla er tøk, sum kann taka meir enn fýra persónar, varð henda ætlanin slept. Síðani varð roynt at skipa fyri bussferð í Norðoyggjar, men av
ein av arbeiðsmonnunum hjá Eimskip í Havn leygardagin. Teir arbeiddu við at lossa tá hann brádliga lá ímillum tvær bingjur. Ikki ein ynskistøða at vera í, og eftir tí sum løgreglan sigur frá, so sá støðan [...] Tað fellur ikki einum og hvørjum í lut at liggja í millum tvær bingjur og so slepp næstan snikkaleysur frá tí, minni enn so. Tað man heldur ikki verða nakað at ynskja eftir heldur. Men so heppin var ein [...] Maðurin var síðani koyrdur á sjúkrahúsi, men har vísti tað seg, at hann hevði verið so ótrúliga heppin í óhappinum, at hann var næstan sloppin púrasta snikkaleysur. Tó avgjørdu læknarnir at hava mannin liggjandi