Føroyameistarakapping í sjavsi umborð á Norrønu

Næsta vikuskiftið verður Norrøna karmur um tríggjar sjavskappingar. Tann eina kappingin verður um føroyameistaraskapið og har eru tilsamans 20.000 krónur at vinna

Tá ið Norrøna leggur frá bryggju í Havn hóskvøldið 23. apríl, verða uttan iva nógvir sjavsspælarar ímillum ferðafólkið.

Tí á hesum túrinum verður nevniliga skipað fyri trimum sjavskappingum umborð á Norrønu ímeðan hon pløgir Atlantshav.

Lagt verður til brots við kapping um Føroyameistaraskapið í sjavs og í hesi kappingini eru tilsamans 20.000 krónur at vinna.

Tá ið Norrøna fer úr Esbjerg leygardagin 25. apríl er aftur ein sjavskapping á skránni og hesaferð verða vinningarnir ferðaseðlar við Norrønu og annað.

Og sunnudagin verður rundað av við einari sjavskapping afturat og aftur hesaferð eru vinningarnir m.a. ferðaseðlar við Norrøna

Afturat hesum verður eisini undirhald á túrinum, har Regin Jacobsen fer at spæla aftur við felagssangi og tey, sum vilja sleppa at dansa, fáa eisini ríkiligt høvi til tað.