Sólríkasta summarið í 52 ár

Føroyska summarið í ár var tað sólríkasta summarið í øllum hagtalssavninum hjá veðurstøðini

Í maj, juni og juli skein sólin í ár 175 tímar meira, enn eitt vanligt føroyskt summar.

Mátingar hjá veðurstøðini í Havn vísa, at sóltímarnir hesar tríggjar mánaðirnar í ár vóru heilir 535.

Hagtølini hjá veðurstøðini um sóltímar ganga aftur til 1949, og í hesum tíðarskeiðnum, skulu vit heilt aftur til 1977 fyri at finna tað næst sólríkasta summarið. Tá skein sólin í 458 tímar. Hetta eru kortini 77 sóltímar færri, enn sóltímarnir í ár.

Í 1981 vóru sóltímarnir einans 227, og var hetta sólfátækasta árið síðani 1949. Hetta árið taldu sóltímarnir minni enn helvtina av teimum í ár.

Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, sigur orsøkina til góða summarið í ár vera tilvildarliga. Vit hava bert verið so heppin, at allur hátrýststreymurin er farin yvir Føroyum hetta summarið, sigur hann.

Í Danmark hevur veðrið verið óvanliga vánaligt í summar. Orsøkin til hetta er, at nógvir lágtrýststreymar eru farnir yvir Danmark í summar.