Nógv stríð hevur verið við at leggja ferðina hjá forsætisráðharranum til rættis á Føroya vitjanini.
Av tí at hetta er arbeiðsferð, kryddað við útferðum kring oyggjarnar, varð í evstu løtu gjørdar broytingar í gjár, sum kanska eru broyttar, tá Sosialurin kemur út.
Viðoyingar og kunoyingar fáa helst ikki vitjan av forsætisráðharranum, sum upplýst sambært skránni fyrr í vikuni.
Upprunaliga skuldi forsætisráðharrin fara við tyrlu úr Havn til Viðarreiðis, men av tí at eingin tyrla er tøk, sum kann taka meir enn fýra persónar, varð henda ætlanin slept.
Síðani varð roynt at skipa fyri bussferð í Norðoyggjar, men av tí at Ternan bert siglir fáar ferðir leygardag, komu gestirnir í tíðarneyð, og kundu tí ikki sleppa rættstundis til Havnar leygarkvøld.
Tað seinasta Sosialurin frætti í gjár, var, at ferðin í Norðoyggjar varð av ongum, men at skipað verður fyri bussferð, væntandi gjøgnum Sundalagið til Eiðis og Gjáar.