Sólvá Jacobsen
og Teitur Albinus
Tað var ein tvey ára gamal drongur, sum fekk heiðurin at tendra býin mikudagin klokkan 16. Børnunum dáma væl at hyggja at býnum, sum í ár m. a. hevur trý jólatrø, nakrar harur og seyðir. Eisini eru trý fitt reinsdjór og tvær nissur, ið takast við ymiskt.
Býurin hesaferð er nakað minni enn farnu árini, men hann er kortini líka hugnaligur.
Í SMS hittu vit eisini onkran hyggjara, sum hevði onkra viðmerking um býin:
? Hann er penur, men hann er ov einkultur, og hann kundi verið bæði størri og betri, helt hyggjarin sum kanska ikki enn var komin í rættuliga jólahýrin.
Eins og í SMS eru tey í Miðbýnum í Havn eisini í jólahýri longu nú. Býrin er skríddur við jólaprýði, og í morgin verður jólatræið á Vaglinum tendrað - og so munnu nissurnar skjótt fara at koma?