Flyta nú møtini í ítróttarhøllina

Havn: Árliga samfelagsstevnan í Ebenezer byrjaði mikukvøldið, og heldur í kvøld fram í ítróttarhøllini á Hálsi.

Dagurin byrjaði annars við uppbyggingarmøtum fyri løtu síðani og aftur kl. 15, meðan tað evangeliska møtið kl. 20 og tiltakið Opið hús kl. 22:30 verða í ítróttarhøllini.

Stevnan heldur fram í morgin við einum møti kl. 15, har Óli á Grømma Jacobsen og Poul Færø tala, og aftur kl. 20 og 22:30 har Kristjan á Lakjuni talar og sangbólkurin Credo talar.

Samfelagsstevnan endar sunnudagin tá morgunmøti verður kl. 10 í Ebenezer og barnamøti kl. 12 á sama staði. Kl. 16 og kl. 19 verða seinastu møtini í ítróttarhøllini, har Niels Pauli Nónstein og Jógvan Zachariasen tala.

Upplýst verður, at bønarløta er hvønn morgun í Ebenezer.

Hóast samfelagsstevnan verður hildin í Havn, forðar tað ikki fólki úr øllum landinum at koma til møtini. Í fjør vóru fleiri túsundtals fólk til hesi møtini.