Tað var gróthøggarin, Jákup Andreas Arge, eisini kendur sum jamtmaðurin, sum bygdi Kongaminnið í 1882. Kongaminnið varð reist fyri at minna um fyrstu kongavitjanina í Føroyum í 1872.
Umframt Kongaminnið, so bygdi Jákup Andreas Arge bæði Amtmansborgina og Býráðshúsið í Havn. Í 1911 lat føroyski gróthøggarin danakongi eitt modell av kongaminninum, og tá segði kongur við Jákup Andreas, at hann fór at seta modellið har hann: "daglig kunne have det for og derved blive mindet om, den realitet, færinger viste kongen".
Tað hevur mong munnhøggan um Kongaminnið á Gripsheyggið. Kristin í Geil, sum var blaðstjórið á Tingakrossi, var ein, ið ikki fór væl við fornminninum. Hóast pápin, Djóni í Geil, var ein monnumum aftanfyri byggingina av Kongaminninum, so var Kristin í Geil ikki bangin fyri at vísa sína misnøgd við Kongaminnið.
Í blaðnum Tingakrossi góð 25 ár eftir Kongaminnið varð bygt, kallaði hann Kongaminnið fyri "snobbernes obelisk".