nýggjárskonsertini, og felags fyri allar bólkarnar er, at ein partur av bólkinum vanligani er búsitandi uttanlands. Tískil verður konsertin ein forkunnugur møguleiki fyri at hoyra nakrar av okkara bestu [...] Jóhan Ziskason á gittar og Egil B. Hansen á bass. Aftrat sær fara tey trý eisini at hava ein trummuspælara og ein keyboardspælara, men enn er ikki heilt greitt, hvør ið tað verður. Taxi er seinastu tíðina [...] og bíðar leingi, tá ið ein bólkur fer av palli, og tann næsti ger seg til reiðar. Soleiðis verður ikki á nýggjárskonsertini í ár, siga fyrireikararnir, tí at so skjótt, sum ein bólkur er liðugur at spæla
sanering. ?Ætlanin var, at Landsstýrið skuldi betala 51 milliónir úr veðhaldsgrunninum og fáa 26 milliónir aftur í 2000. Men tað eru nakrar milliónir, sum skilja partarnar, og tað var hetta, sum samráðingarnar [...] veðhaldsgrunninum í rygginum, eru góð útlit til, at rentan verður ikki meiri enn 5,5%. Jákup Lamhauge sigur, at hann vildi havt hendan pástandin váttaðan, áðrenn hann tekur hetta fyri góða varu. ? Eg havi roynt [...] Nú er líkt til, at Kommunuskuldin verður jólatrøll. Annars var nógv orka løgd í at fáa eina loysn á skuldarkreppuni hjá teimum ringast staddu kommununum í ár. Men tað verður av ongum. Jákup Lamhauge, formaður
donsku stjórnina beint eftir løgtingsvalið: ? Ja, tað var ein pínlig støða, fyrstu ferð vit hittust, nú tá eg var blivin landsstýrismaður. Har var onkur keðiligur spenningur í luftini, má eg viðganga. [...] Tað er at undirmeta málið, um tú t.d. heldur, at ein sjónvarpssending er atvoldin til, at ein meiriluti nú er í løgtinginum fyri føroyskum fullveldi. Hetta snýr seg í heila tikið ikki um einstakar persónar [...] Samstundis gingu fólk og trúðu, at alt var í fínasta lagi, at heimastýrislógin var okkara trygd. Tá kreppan so brádliga rakti okkum, stóðu vit púra nakin. Her var ongin trygd, bara skomm. Høgni prátar skjótt
sínar borgarar. Hetta verður gjørt í samstarv við landsmyndugleikarnar við stuðli gjøgnum Almannastovuna og í samstarvi við heimarøktina. Hesi smærru heimini vísa seg at vera ein sera góð hjálp í umsorganini [...] til. Tá hetta er liðugt, skal kanska eftirviðgerð fara fram, ofta aðrastaðni enn á sjúkrahúsinum, men sjúklingurin skal framvegis røktast og ansast á besta hátt, og ber ikki til at gera hetta heima, so [...] til at koma inn á hesi heim. Aftaná skal ein meting gerast yvir tørvin á búplássum - her meint við bæði føst búpláss og umlættingarpláss - og síðani gerast ein úrskurður yvir støðuna í dag. Fyri alt Føroyar
Eins og menninir eru kvinnurnar hjá Kyndli nú lidnar við grundspælið, og øvugt monnunum kláraðu tær at enda við einum sigri móti StÍF. Dysturin var ikki so góður sum mansdysturin, men hann var eins spennandi [...] (annars er vert at leggja til merkis, at ongin útvísing var í øllum dystinum). Seinni hálvleikur var eisini javnur fyrsta korterið. Tá støðan var 17-16, noyddist venjarin hjá StÍF-kvinnunum Johan Danielsen [...] minuttir seinni kom inn aftur og sá, at støðan nú var 21-16! Tað er ivaleyst óheppið, at venjarin ikki fær verið hjá liðnum allatíðina, men hetta var eisini støðan í fjør, og tá tyktist tað ikki at nerva
og sóu so øgiligir út. So keypti eg mær eina góða bíliga kappsúkklu og fór so við ein Kaldsbakstúr, ið vanliga er mánakvøld. Og tá byrjaði tað so rættiliga. Hetta var beint áðrenn ólavsøkuna í 1995, og [...] eftir kappingina var triathlon kappingin fyri lið. Gunnar fór avstað langt áðrenn meg, men eg var yvir ein minutt skjótari enn hann. Í royndarkapping herfyri í 52 kilometrastrekki var eg tríggjar minuttir [...] tykist hansara motto at vera, uttan at undirritaði skal siga, at hetta er ein góður ella ringur eginleiki. Og hóast úrslitini hava verið góð, høvdu tey kanska kunnað blivið betri, um Sverri hevði eitt sindur
panikkur var komin í, og at landsstýrið var komið í tíðarneyð og at málið nú skuldi skundast ígjøgnum. Skipið verður bíligari Karsten Hansen, Landsstýrismaður í fíggjarmálum segði, at hetta var aðru ferð [...] tekur orðið á tingið og leggur seg út í orðaskiftið. Men hósdagin gjørdi hann eitt undantak. Tað var málið um nýtt vaktarskip, sum fekk løgtingsformannin upp á talarastólin. Landsstýrið hevur biðið løgtingið [...] á fíggjarlógini í ár. Landsstýrið sigur, at ætlanin er at skriva undir sáttmála í ár og at betala ein part av kostnaðinum í sambandi við undirskrivingina. Tí er brúk fyri eini eykajáttan. Finnbogi Ísakson
í arbeiðnum. Eg haldi henda bókin er ein sera góð jólagáva, og at øll høg og lág hava gott av at lesa hana. Tú kennir fløvan av hvussu ríkt lívið kann gerast, tá ein orkar at liva við boðorðunum í halgubók [...] Tá ið eg læs bókina, sum eg ognaði mær tann dagin Njál signeraði í Bókhandlinum, kendi eg meg heima í tí boðskapi bókin hevur. Øll bókin borgar fyri, at um røtt hjálp skal gevast menniskjum, sum er komin [...] áhugavert at lesa hvørja blaðsíðu, tí so væl er sagt frá. Eisini er tað sera áhugavert at síggja, at hetta arbeiði tey gera, verður møtt við stórari virðing frá nógvum bólkum. Bókin sigur frá at politikarar
bara er til láns. Ein sakførari og borgarstjórin skíra hann naivan og utopist, men Enok stendur upp á sítt. Angelika fyri sín part hevur einki gjørt við málið, »tí í morgin var aftur ein dagur«, men tá ið [...] aloftast undir øðrum navni, meðan tann nevndi Fríðrik próstur er Fríðrik Petersen, sum um hetta leitið var Føroya próstur. Ein annar við egnum navni er Bakar Hansen, sum Sigurd skal ganga til violin hjá. Tann [...] hús við mønu. Hetta er Sproytuhúsið«. Frá fyrstu byrjan er frásøgufólkið í skaldsøguni ógvuliga sjónligt, og tað flytir lesaran stað úr staði, frá einum tilburði til annan. Sagt verður, at ein kista stendur
Kvinnur klára seg eins væl og menn. Sjálvandi havi eg virðing fyri, at onnur halda tað er ein trupulleiki. Kanska hugsa mínir medarbeiðarar soleiðis. Hvussu ein er skikkaður og hvussu ein annars er sum menniskja [...] fyrsta flokk sum ætlað og alla tíðina rendi eg meg í ein múr. Av teirri grund mátti eg lata dóttrina vera í Danmark fyrstu tíðina og tað var hart. Tað var ein trupul tíð og eg hugsaði, at Føroyar eru ikki eitt [...] Øll hava somu møguleikar, tað ræður bara um at brúka teir. Ein kvinna, sum sjálv er í leiðandi starvi, segði mær ein dagin, at hon hevði hoyrt ein mann siga, at hann ikki kundi hugsað sær at arbeitt undir