Gatefolk og Fyrlysmennesker

Soleiðis er heiti á bókini, sum er nýliga útkomin, har Erna og Njál Djurhuus siga frá arbeiðnum í Urtegate 16 í Oslo.

Tá ið eg læs bókina, sum eg ognaði mær tann dagin Njál signeraði í Bókhandlinum, kendi eg meg heima í tí boðskapi bókin hevur.

Øll bókin borgar fyri, at um røtt hjálp skal gevast menniskjum, sum er komin illa fyri, so mást tú møta teimum, sum títt medmenniskja.

Og tað duga tey bæði og øll hini sum siga frá sera væl.

Erna og Njál hava ongantíð nýtt rúsevni, so har hava tey ikki fingið styrkina, við at kenna tað sjálvi, nei, tað er við heilt øðrum fortreytum.

Njál sigur sjálvur at hann dagliga má eyðmýkja seg, um hann í heila tikið skal kunna hjálpa.

Hann sigur eisini at hann og tey hava lært ótrúliga nógv ígjøgnum hesa tíð, tá trúgvin og rætta sinnlagið er.

Hann torir eisini at tala teirra søk, sum eru illa fyri.

Øll dømini í bókini har sagt verður frá veruligum hendingum í dagligdegnum, eru ikki heilt ólík teim vit møta á Blákrossheiminum, tað er áhugavert at lesa hvørja blaðsíðu, tí so væl er sagt frá.

Eisini er tað sera áhugavert at síggja, at hetta arbeiði tey gera, verður møtt við stórari virðing frá nógvum bólkum.

Bókin sigur frá at politikarar koma inn á gólvi, at Drotning Sonja vitjaði seinastu jól, at topp ítróttarfólk eisini vitja. Eg ivist onga løtu í at tey (fyrlysmennesker) hava hesa virðing og tøkk uppiborna, samstundis, sum at tað kann stimbra tey framhaldandi í arbeiðnum.

Eg haldi henda bókin er ein sera góð jólagáva, og at øll høg og lág hava gott av at lesa hana.

Tú kennir fløvan av hvussu ríkt lívið kann gerast, tá ein orkar at liva við boðorðunum í halgubók, at tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg.

Eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýttár ynskist øllum Føroya fólki.

Á Blákrossheiminum

17. desember 1998.


Sólborg Dulavík