og eisini landssýrismaður í tilsamans 18 ár, meðan Johan var skrivstovustjóri í Landsstýrinum tey fyrsti úti við 40 árini. Mamma Esther var Meta, hon var kend sum tannteknari. Hon var donsk. Pápin var Knút [...] vit fingu heimastýrislógina í 1948. Hetta dugdi hann væl. Meðan løgfrøði í dag mest valdast hvør ið sigur hvat, so var Johan sjálvur absolutta løgfrøðin í almennu umsitingini. Tað var eingin, sum setti s [...] Tinganesi, á leið har løgmaður í dag heldur til. Tey fluttu haðani og í mong ár var tannlæknastovan heima hjá Miu við Hoydalsvegin. Tá vóru ikki so nógvir tannæknar, og tað eru ótaldar tenn, sum Esther hevur viðgjørt
kvøld hjá bosniska liðnum. Tað spældi sum vera man álopsfótbólt, men sum oftast vístu royndirnar hjá teimum seg at vera ov fløktar, ov seinar og ikki nóg beinleiðis. Møguleikar báðar vegir Fyrsti málmøguleikin [...] bosnisku favorittunum. Og tá tú hugsar um altjóða umdømið hjá bosnisku spælarunum, sum allir spæla við europeiskum toppliðum, og um úrslitini hjá teimum seinastu tvey árini móti liðum so sum Italia, Brasilia [...] liðið, men á Kosevo Stadion í Sarajevo mikukvøldið var tað júst tað, sum hendi. Meðan spælararnir hjá Bosnia-Herzegovina fóru kvirrir í skiftingarrúmið, meðan teir hoyrdu sínar egnu áskoðarar floyta teir
time´aði tað væl, sigur Mart Poom og smílur meðan hann minnist aftur á málið. - Eftir dystin reistust viðhaldsfólk hjá báðum liðnum og klappaðu fyri mær. Tað var ein stór løta hjá mær, sigur Mart Poom víðari [...] ein brand dyst og stutt eftir endaði hann í málinum hjá Derby County. - Venjaratoymið hjá Derby hevði verið í samband við táverandi málmansvenjarin hjá Skotlandi og spurt um hann kundi hava eyguni eftir [...] stutt eftir skrivaðu sáttmála við meg, sigur Mart Poom. Í Derby spældi hann 146 dystir í landskappingini og var væl umtóktur millum viðhaldsfólkini. Fyrsti dysturin hjá honum var á Old Trafford móti Manchester
hesaferð. Talan er um 45 ára gamla Mart Laar úr Estlandi, sum í 1992 - bara 32 ára gamal - gjørdist fyrsti Estlendski forsætisráðharrin eftir demokratiseringina í landinum. Ta ferðina sat hann sum stjórnarleiðari [...] Mart Laar er annars útbúgvin søgufrøðingur, og hann hevur eisini givið út áhugaverdar bøkur um søguna hjá Estlandi. Bersøgna skriving hansara um estiska frælsisbardagan bar eisini við sær, at kommunistiska [...] skjøtul á tilgongdina, sum hevur gjørt estiska búskapin til ein hin skjótast vaksandi í Europa. Sjálvur sigur Mart Laar, at ein liberalisering hevur verið størsta atvoldin til vøksturin. Tað vil siga, at almenna
seinna letur í næstum upp í hølunum hjá Á handlinum við Sundsvegin í Havn. Bygningurin, sum hýsir Etika á Høgabóli, kalla tey har inni fyri »Íshúsið« ella »hjá Barberinum«. ##med2## Tórbjørn Jacobsen [...] hansara. Hann sigur, at hann hevur tosað við Thomsen á Tvøroyri, sum fegin vil finna ein álítandi mann á Skálafjørðinum, sum kann keypa sild fyri Thomsen til agn. Símun játtaði og fór suður at tosa við [...] og hetta verður havnin hjá mjólkarbátinum Ruth, tá hann seinni fer í sigling at heinta mjólk úr Sundalagnum og Skálafjørðinum til Meiaríið í Havn. Tá bleiv felagið hjá Símun á Høgabóli eisini
hollan fakligan førleika. Nútíðin setur størri krøv. Sanne Udsen, íð er cand. polit við ph.d. grad, sigur í bókini ?takt og tone i arbejdslivet?, at vit mega hava ein emotionellan intelligens. Tað merkir [...] og samskiftið At tann sosial etiska hugsanin hevur vunnið nakað framá sæst aftur í dagliga yrkinum hjá sjúkrarøktarfrøðini. Starvsfólkið er í størri mun tilvitað um hendan týdningarmikla leiklutin í røkt [...] Sum tíggju ára gamal smádrongur gjørdist eg sjúkur og kom eftir drúgva sjúkralegu heima við hús suður á Landssjúkrahúsið. Síðani varð eg sendur niður og varð á Ríkissjúkrahúsinum í knappar tríggjar mánaðar
hevur vunnið fýra ferðir, og fýra ferðir er tað endað javnt. Fyrsti dysturin í ár var í Klaksvík fyri seks vikum síðani. Tá vann KÍ 2-0. Hjá HB eru Gustav Kjaldsen, Heri H. Mohr og Hilmar Leon Jakobsen [...] Toppliðið og meistaraliðið úr Klaksvík er fyri aðru ferð í eina lítla viku á veg suður í høvuðsstaðin. Sunnudagin endaði tað við 1-0 sigri ímóti B36, og í dag er dagsskráin at hitta HB, sum hevur vunnið [...] i ímóti norska meistaraliðnum Bodø/Glimt. Teir báðir dystirnir telja ógvuliga nógv í roknskapinum hjá klaksvíkingum – bæði ítróttarliga og fíggjarliga – og tað kann vera, at spælskipanin í dag fer at vera
Margáir vitjan úr høvuðsstaðnum. Tað gekk ikki so væl, tá ið EB/Streymur hevði vitjan av HB, sum fór suður aftur við 4-1 sigri. HB var frammanfyri 3-0, áðrenn heimaliðið minkaði um munin, og tá ið støðan var [...] mál við sær. B36 var favorittur mikukvøldið á heimavølli ímóti NSÍ, men tað endaði 1-1. Støðutalvan sigur, at B36, sum hevur spælt ein dyst færri enn EB/Streymur, er á fjórða plássi við 26 stigum, og at [...] eftir 27. umfar verður á fjórða plássi, vinnur atgongumerki til næsta summar at luttaka í Europa. Hjá EB/Streymi er tað ivasamt, um Andras Ó. Olsen, Tóki Johannesen og Bogi Reinert-Petersen eru førir fyri
Okkara arbeiddu fyrimyndarliga væl, og tað var høvuðsorsøkin til, at vit vunnu, sigur Jákup Martin Joensen venjari hjá EB/Streymi. Benjamin Heinesen, sum aftur var millum teir fyrstu ellivu, eftir at [...] fyri, at tað í 2023 verður Europa á dagsskránni í Sundalagnum. B36 riggar til at fara frá Margáum og suður aftur í høvuðsstaðin við 3-2 tapi eftir hálvleiksstøðuna 1-1. Úrslitið ber við sær, at EB/Streymur [...] ov nógv mistøk. Vit eru vónbrotnir, tí vit kenna, at vit eiga meiri í okkum, enn vit vístu í dag, sigur B36 venjarin Dan Brimsvík.
Jeppe var ikki so leingi í barónaseingini í glantrileikinum hjá Holberg. Tá ið KÍ í summar sendi ungverska og svenska meistaraliðið úr europeisku meistarakappingini kundi tað kanska hugsast, at talan fór [...] verið, og í kvøld varð tað enn einaferð staðfest, at soleiðis er tað ikki. Talan er um veruleika, sum sigur, at KÍ í kvøld vann fyrsta føroyska sigurin í europeiskum bólkaspæli. Mótstøðuliðið var Olimpija Ljubljana [...] fóru at verða vónbrot. Nú hevur týski dómarin bríkslað fyri síðstu ferð á Tórsvølli, og máltalvan sigur 3-0! Sigurin ber við sær, at KÍ er við í kappingini um at vinna seg víðari úr bólkaspælinum í Europa