Europavegurin er nú sum gamli slættivegur í Klaksvík

KÍ heldur fram við ófatuligum avrikum í Europa, og eftir sigur á Olimpija Ljubljana er møguleikin opin at vinna seg víðari úr bólkaspælinum

Jeppe var ikki so leingi í barónaseingini í glantrileikinum hjá Holberg. Tá ið KÍ í summar sendi ungverska og svenska meistaraliðið úr europeisku meistarakappingini kundi tað kanska hugsast, at talan fór at verða um harðliga útpurring, tá ið stór europeisk feløg vóru varskógvað um, hvat KÍ hevði avrikað.

 

Men soleiðis hevur tað ikki verið, og í kvøld varð tað enn einaferð staðfest, at soleiðis er tað ikki. Talan er um veruleika, sum sigur, at KÍ í kvøld vann fyrsta føroyska sigurin í europeiskum bólkaspæli. Mótstøðuliðið var Olimpija Ljubljana úr Slovenia, sum hevur nýggjan venjara. Hann segði í gjár, at alt annað enn trý stig ímóti KÍ í kvøld fóru at verða vónbrot.

 

Nú hevur týski dómarin bríkslað fyri síðstu ferð á Tórsvølli, og máltalvan sigur 3-0! Sigurin ber við sær, at KÍ er við í kappingini um at vinna seg víðari úr bólkaspælinum í Europa Conference League. Næsti dystur verður í slovenska høvuðsstaðnum Ljubljana hósdagin 9. november ella um tvær vikur. Um tað tá fer at eydnast KÍ at vinna, og um úrslitið á heimavølli ímóti Slovan Bratislava 30. november eisini verður full úrtøka, so verður neyðugt hjá klaksvíkingum at fyrireika seg til eftir ársskiftið at halda fram í kappingini.

 

Hetta ljóðar heilt surrealistiskt og veruleikafjart. Men avrikið í kvøld vísti, at hetta væl kann verða veruleiki.

 

Í fimmtiárunum var tað tiltikið, hvussu vánaligir vegirnir í Klaksvík vóru. Fólkatalið vaks so skjótt, og tað varð so nógv bygt, at tað stóð á hjá kommununi at fylgja við. Tá syrgdi kommunan fyri stoyptum og breiðum vegi, og tað verður framvegis tikið til, hvussu slættur og breiður og góður vegurin var, sum varð stoyptur mitt í bygdini. Slættivegur ella stoyptivegur, nevndu klaksvíkingar fína vegin.

 

Nú eru klaksvíkingar og KÍ við at menna ein nýggjan og breiðan og slættan veg. Tað er Europavegurin.

 

Í kvøld var tað Olimpija Ljubljana úr Slovenia, sum legði rygg til 3-0 tap. Orð eru fátøk at lýsa avrikið. Rættur hugburður, ein fyri allar og allir fyri ein, sera miðvíst og skilagott verjuspæl frá fremsta manni og aftur til málverjan og gjøllað umhugsað álopsspæl. Í tí vóru allir spælararnir týdningarmiklir. Miðverjarnir Deni Pavlovic, Heini Vatnsdal, sum avloysti skadda Odmar Færø, sera eyðsýndi og skilagóði Vegard Forren, vongverjarnir Jóannes K. Danielsen og Patrick Da Silva, sera skilagóðu og arbeiðssomu sentralu miðvallararnir Luc Kassi og Jákup B. Andreasen, væl uppløgdu Árni Frederiksberg og René Shaki Joensen í framrættaðu ódnunum í borðunum og so Páll A. Klettskarð, sum er komin fyri seg eftir langan skaðasteðg.

 

Og í málinum var tað heilt avgerandi, at Nils Jonatan Johansson beinanvegin bjargaði meistarliga, tá ið gestirnir vunnu seg til fínan málmøguleika. Síðani hevði KÍ málverjin ikki stórvegis at takast við. Og so eigur at verða lagt aftrat, at innskiftu menninir stóðu einki aftanfyri - Hallur Hansson, Sivert Gussiås, Claes Philp Kronberg, Børge Petersen og Mads Bo Mikkelsen.

 

Mótstøðumenninir royndu í 1. hálvleiki at finna veg ímóti málinum. Tá ið teir royndu við høgum sendingum, so vunnu klaksvíkingar luftstríðið, og tá ið teir eftir steðgin royndu við eitt tvey samanspæli, so var KÍ verjan sum bergið. 

 

Fótbóltsheimurin er ivaleyst givin at undrast um, hvat tað er, sum KÍ aftur og aftur megnar og avrikar.

 

Føroyski fótbóltsheimurin og allar Føroyar heilsa og fagna Magna Hoseth og hansara monnum og bíða í spenningi eftir, hvat hetta fer at enda við. Talan er ikki um Jeppa í barónaseingini, nú slætti vegurin er breiður og við kós suður í Europa.

 

 

 

KÍ – Olimpija Ljubljana 3-0 (2-0)

 

1-0: René Shaki Joensen 30.

 

2-0: Páll A. Klettskarð 44.

 

3-0: Jákup B. Andreasen 54.

 

KÍ: Nils Jonatan Johansson – Deni Pavlovic (Hallur Hansson, 62.) Heini Vatnsdal (Børge Petersen, 72.), Vegard Forren – Jóannes K. Danielsen (Mads Bo Mikkelsen, 83.), Luc Kassi, Jákup B. Andreasen, Patrick Da Silva (Claes Philip Kronberg, 62.) – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð (Sivert Gussiås, 72.), René Shaki Joensen

 

Á KÍ beinkinum uttan at verða skiftir inn: Hannis Matras, Dávid B. Andreasen, Silas Gaard, Ahmed Latif og Jóhan Josephsen.

 

Venjari: Magne Hoseth