Estlendsk málmans legenda í Føroyum

Hann hevur spælt 120 landsdystir, yvir 200 dystir í enskum fótbólti og hevur skorað eitt tað flottasta málið, ið nakar málmaður nakrantíð hevur skorað(Sæst her). Talan er um 39-ára Mart Poom, sum er mest kendur fyri tíðina sum málmaður í Derby County, umframt at hann eisini var ein partur av Arsenal liðnum, sum í 2006 tapti Champions League finaluna. Mart Poom minnist væl dystin í 1999, tá hann og Estland vunnu 2-0 á Tórsvølli.

 

- Eg minnist at eg var her í 1999 við landsliðnum. Vit komu við einum lítlum flúgvara og verðið var ikki av tí besta. Eg minnist eisini at tá máttu vit sigla fyri at koma fram og tað rullaði illa, sigur Mart Poom við einum lítlum skeivum smíli, tá hann minnist aftur túrin.

 

- Um eg minnist rætt, so vunnu vit 2-0 og eg mátti gera nakrar bjargingar móti endanum av dystinum, sigur Mart Poom víðari, tá portalurin tosaði við hann á Hotel Føroyum.

 

Hann er høgur av vøkstri og fittur at práta við. Síðani hann gavst sum fótbóltsspælari hevur hann verið knýttur at landsliðnum sum hálparvenjari. Eisini rekur hann ein fótbóltsskúla í heimlandinum.

 

- Tað eru sjálvandi dagar, har eg kundi hugsa mær at verið á vøllinum. Nú spældu vit móti Italia í Italia fríggjakvøldið, og tá tú sær umstøðurnar, so fært tú hug at fara á vøllinum, sigur Mart Poom, sum hevði sína bestu tíð sum yrkisleikari í Derby County.

 

Hann byrjaði sína yrkisleið í heimlandinum, áðrenn hann í 1993 skifti til FC Wil í Sveits. Um tað mundi var Roy Hodgson landsliðsvenjari hjá Sveits. Sostatt hevði venjaratoymið hjá Sveits gott samband til Onglands og soleiðis endaði Mart Poom í Portsomuth.

 

Í 1997 noktaði Skotland at spæla ein dyst í Estlandi orsaka av umstøðunum. Dysturin var útsettur og spældur í Monaco. Her spældi Mart Poom ein brand dyst og stutt eftir endaði hann í málinum hjá Derby County.

 

- Venjaratoymið hjá Derby hevði verið í samband við táverandi málmansvenjarin hjá Skotlandi og spurt um hann kundi hava eyguni eftir mær. Dysturin endaði 0-0 og eg spældi væl ? somikið væl at teir stutt eftir skrivaðu sáttmála við meg, sigur Mart Poom.

 

Í Derby spældi hann 146 dystir í landskappingini og var væl umtóktur millum viðhaldsfólkini. Fyrsti dysturin hjá honum var á Old Trafford móti Manchester United.

 

- Tann dystin minnist eg væl. Vit vunnu 3-2 og tað var sera týdningarmikið fyri meg at koma væl frá byrjan í Derby, sigur Mart Poom um minniliga dystin á Old Trafford.

 

Í 2003 skifti hann til Sunderland, har stóð fyri kanska minniligastu løtuni í yrkisleiðini hjá honum. Tað var tá Sunderland var á vitjan á Pride Park, sum er heimavøllurin hjá Derby. Støðan er 1-0 til Derby, tá Sunderland í yvirtíðini fær horna og Mart Poom kom fram við. Restin kann síggjast HER

 

- Tað var fyrstu ferð eg var aftur á gamla leikvøllinum. Vanliga leiktíðin var farin og vit fingu horna, tá eg sá venjarin, Mick McCarthy, peika á meg og biða meg fara fram við. Innleggið var gott og eg time´aði tað væl, sigur Mart Poom og smílur meðan hann minnist aftur á málið.

 

- Eftir dystin reistust viðhaldsfólk hjá báðum liðnum og klappaðu fyri mær. Tað var ein stór løta hjá mær, sigur Mart Poom víðari.

 

Málið gjørdist víðgitið og viðmerkjari segði eftir dystin, at hetta var besta málið ein málmaður nakrantíð hevur skotið.

 

Hann skifti í 2005 til Arsenal, har tað bara bleiv til tann eina dystin. Hann var í hópinum, ið fekk heiðursmerki eftir Champions League finaluna í 2006.

 

Mart Poom er ikki í iva um, at uppgávan í kvøld verður torfør, men hann ætlar sær at vinna.

 

- Tað sigur nógv um landsliðsfótbólt í Estlandi, at vit fara inn fyri at vinna hvønn dyst, tí vit eru eins og tit, ein lítið tjóð í fótbóltssamanhangi, sigur Mart Poom og leggur afturat.

 

- Vit skulu vinna dystin móti Føroyum, men eg veit eisini at tit síggja møguleikan fyri at fáa stig móti okkum, so ta verður ein spennandi dystur, sum vit vónandi vinna, sigur Mart Poom at enda.