Tað var tann tíð, tá ið EB/Streymur á hvørjum ári var partur av europeiska ævintýrinum. Nú eru tað nøkur ár síðani, at EB/Streymur var við í Europa, men í dag øktist møguleikin fyri, at tað í 2023 verður Europa á dagsskránni í Sundalagnum.
B36 riggar til at fara frá Margáum og suður aftur í høvuðsstaðin við 3-2 tapi eftir hálvleiksstøðuna 1-1. Úrslitið ber við sær, at EB/Streymur er á fjórða plássi við 27 stigum, og at B36 er á fimta plássi við 26 stigum. B36 eigur útsettan dyst á útivølli ímóti KÍ.
-Talan var um rættiliga javna uppgerð, sum tíbetur koppaði okkum til fyrimunar. At enda varð tað alt ov spennandi, tá ið vit ótilvitað vóru ov aftarlaga, og B36 var ov tætt okkara máli. Okkara arbeiddu fyrimyndarliga væl, og tað var høvuðsorsøkin til, at vit vunnu, sigur Jákup Martin Joensen venjari hjá EB/Streymi.
Benjamin Heinesen, sum aftur var millum teir fyrstu ellivu, eftir at hann leingi hevur verið skaðadarvaður, átti uppleggið, tá ið Hannes Agnarsson legði B36 á odda 1-0. Hetta var longu í sætta minutti, og átti minuttir undan steðginum svaraði heimaliðið aftur. Jóhann Hansson Joensen var fyri triðju ferð málskjútti.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki var tað Gutti Dahl-Olsen, sum legði EB/Streym á odda 2-1. Tá var tað Filip Djordjevic, sum átti innleggið. Lítla løtu seinni varð B36 undirmannað, tí Benjamin Heinesen sá gult fyri aðru ferð. Tíggju minuttir eftir útvísingina økti EB/Streymur um munin til 3-1. Filip Djordjevic legði innfyri, og Jacob Andersen setti við høvdinum bóltin í málið.
Spenningurin kveiktist aftur, tá ið Martin Agnarsson við fínum langskoti minkaði um munin til 3-2. Tá restaðu tað átta minuttir, og B36 spenti álopsbogan, uttan at tað eydnaðist at javna.
-Vit løgdu okkum á odda og høvdu møguleika at økja um leiðsluna. Tað eydnaðist ikki, og tíverri sektaðu vit okkum sjálvar við at gera ov nógv mistøk. Vit eru vónbrotnir, tí vit kenna, at vit eiga meiri í okkum, enn vit vístu í dag, sigur B36 venjarin Dan Brimsvík.











