Í hesum bólki eru fimm ungar gentur, sum spæla á floytu og cello. Genturnar hava allar gingið á musikkskúlum ymsa staðni í Føroyum. Tær eru Sólja Poulsen, Alda Lamhauge, Bjørg Eltør, Mary Frederiksberg [...] spælir cello. Í mai mánaði fer kvintettin konsertferð til Italia, har tær fara at spæla á festivalinum Allegromosso. Leygardagin verður høvi at hoyra tær spæla skránna, sum skal framførast í Italia.
KFUM-skótarnir í Føroyum hava yvirtikið smoltstøðina á selatrað, og í tí sambandinum verður móttøka har millum klokkan 13 og 17 í dag. Smoltstøðin er størsta gáva, sum skótarørslan nakrantíð hevur fingið
Guðrun eru í einum nýggjum savni um kreativar vinnur í Norðurlondum. Kreanord hevur gjørt savnið, sum við 18 dømum lýsir, at kreativar vinnur vaksa, eisini í krepputíð. Fyritøkur í Føroyum, Íslandi, Danmark [...] Danmark, Svøríki, Finnlandi og Noregi eru við í savninum, tríggjar úr hvørjum landi. Koks brúkar nýggja tøkni at samskifta við gestirnar. Simprentis bjóðar skeið út í øllum heiminum teldusimuleraðari oljuleiting [...] oljuleiting. Guðrun & Guðrun eru við, serliga fyri menningarsamstarv við kvinnur í Jordan.
Tróndur Patursson er kendur fyri at hava prýtt nógvar bygningar, bæði í Føroyum og uttanlands. Verkini á framsýningini í Galerie Focus verða innan fyri spontanu listina, ið Tróndur er kendur fyri
mans, sum Portalurin tosaði við í morgun, skiltu ikki, hví fólk fíltust inn á veðrið í gjárskvøldið. - Come on, vit búgva í Føroyum. Vit vita, at tað er keðiligt veður í heilum, so regn og vindur kemur [...] óvart á, vóru teir fýra samdir um. Teir bardu seg gjøgnum illveðrið í gjár og ballaðust á tjaldingarøkinum í nátt. Í morgun svóvu teir í tríggjar til fýra tímar, áðrenn teir vóru til reiðar at herja á aftur
Nógv útlendsk skip hava umskipað og uppskipað frystan fisk og fiskaúrdráttir í føroyskum havnum í ár. Talan er í høvuðsheitum um russisk skip. 190 ferðir hava russisk skip umskipað. Talan er um 190.000 [...] ski. Onnur útlendsk skip hava eisini lagt fisk á goymslu í Føroyum. Grønlendsk skip hava verið her sjey ferðir við 3.200 tonsum av botnfiski í alt. Íslendsk skip hava lagt 1.650 tons av uppsjóvarfiski
vulkanum. Konsertin við honum í Føroyum er avlýst, nú øska úr íslendskum gosi tarnar flogferðsluni Ætlanin var at fólkakæri danski trubadururin Sebastian skuldi hava konsert í Norðurlandahúsinum næsta týskvøld
Í annaðkvøld svenski sangarin Christer Sjøgren í Føroyum á fyrsta sinni, tá ítróttarhøllin á Nabb karmur um stórt dansitiltak. Christer er kenda røddin handan ótal av klassikarum hjá dansibólkinum Vikingarna [...] Vikingarna. Við 11 milliónum seldum fløgum eru Vikingarnar nógv størsti dansibólkur í Norðurlondum nakrantíð. Við sær til Føroya hevur Christer Sjøgren eisini Erik Lihms Orkester, ið telur limir úr Vikingarna [...] Vikingarna. Umframt Christer Sjøgren og Erik Lihms Orkester fer Hallur Joensen eisini at spæla til dansin í Ítróttarhøllini á Nabb leygarkvøldið.
vitjað í Føroyum, og bólkurin er væl umtóktur millm føroyingar. Fyrireikararnir siga, at tá ið dansur av hesum slagi er í Havn, hava suðuroyingar ofta nevnt, at teir kundu hugsa sær eitt slíkt tiltak í oynni [...] oynni. Og tað verður so nú, og fyrireikararnir vóna, at fólk møta væl upp. Atgongumerki fáast í forsølu í Effo í Vági og á Tvøroyri.
Hóskvøldið 13. oktobur skipar MFS fyri formansumfari til komandi løgtingsval í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Luttakarar eru Jørgen Niclsen úr fólkaflokkinum, Johan Dahl úr sambandsflokkinum, Aksel V. [...] útisetar valrætt til føroyska løgtingsvalið, skal umsóknin sendast til seinastu bústaðarkommunu í føroyum áðrenn leygardagin 8. oktobur.