Sebastian ætlar sær ikki at dansa á vulkanum. Konsertin við honum í Føroyum er avlýst, nú øska úr íslendskum gosi tarnar flogferðsluni Ætlanin var at fólkakæri danski trubadururin Sebastian skuldi hava konsert í Norðurlandahúsinum næsta týskvøld men nú er konsertin avlýst.
Norðurlandahúsið sigur, at orsøkin til avlýsingina eru óstøðugu floglíkindi komandi vikuna.
Fólk, sum hava keypt atgongumerki, kunnu fáa tey endurgoldin frá tí, sum hevur selt atgongumerkini. Fólk, sum hava keypt á netinum, skulu venda sær til Norðurlandahúsið.