Tróndur Patursson er kendur fyri at hava prýtt nógvar bygningar, bæði í Føroyum og uttanlands.
Verkini á framsýningini í Galerie Focus verða innanfyri spontanu listina, ið Tróndur er kendur fyri.
Myndevnið er náttúrulýsingar, hav, klettar og bjørgini – tann stóra náttúran sum Tróndur hevur møtt.
Framsýningin verður opin til 23. september, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18.