Dyrnar verða lætnar upp kl. 23.00, og hildið verður fram til kl. 04.00.
Gluntan hava áður vitjað í Føroyum, og bólkurin er væl umtóktur millm føroyingar.
Fyrireikararnir siga, at tá ið dansur av hesum slagi er í Havn, hava suðuroyingar ofta nevnt, at teir kundu hugsa sær eitt slíkt tiltak í oynni. Og tað verður so nú, og fyrireikararnir vóna, at fólk møta væl upp.
Atgongumerki fáast í forsølu í Effo í Vági og á Tvøroyri.