Hátíðarhald á Selatrað í dag

KFUM-skótarnir í Føroyum hava yvirtikið smoltstøðina á selatrað, og í tí sambandinum verður móttøka har millum klokkan 13 og 17 í dag.

Smoltstøðin er størsta gáva, sum skótarørslan nakrantíð hevur fingið.

Húsið skal gerast til ein upplivingardepil við øðrvísi skótavirksemi. Undir hátíðarhaldinum verður greitt frá, hvørjar ætlanirnar eru.

Rundvísing verður eisini, soleiðis at fólk kunnu síggja, hvussu stórir møguleikarnir eru og eisini síggja ta útgerð og tey amboð, ið stovnar og feløg hava latið skótunum