Koks, Simprentis og Guðrun & Guðrun eru í einum nýggjum savni um kreativar vinnur í Norðurlondum.
Kreanord hevur gjørt savnið, sum við 18 dømum lýsir, at kreativar vinnur vaksa, eisini í krepputíð.
Fyritøkur í Føroyum, Íslandi, Danmark, Svøríki, Finnlandi og Noregi eru við í savninum, tríggjar úr hvørjum landi.
Koks brúkar nýggja tøkni at samskifta við gestirnar. Simprentis bjóðar skeið út í øllum heiminum teldusimuleraðari oljuleiting. Guðrun & Guðrun eru við, serliga fyri menningarsamstarv við kvinnur í Jordan.