Nógv útlendsk skip hava umskipað og uppskipað frystan fisk og fiskaúrdráttir í føroyskum havnum í ár.
Talan er í høvuðsheitum um russisk skip.
190 ferðir hava russisk skip umskipað. Talan er um 190.000 tons av uppsjóvarfiski.
Onnur útlendsk skip hava eisini lagt fisk á goymslu í Føroyum. Grønlendsk skip hava verið her sjey ferðir við 3.200 tonsum av botnfiski í alt. Íslendsk skip hava lagt 1.650 tons av uppsjóvarfiski á goymslu.
Tað upplýsir Fiskiveiðieftirlitið.